– Tað er ein veruligur møguleiki fyri at keypa heili 16 Gekkahefti og álíkavæl bert hava ein møguleika fyri at vinna.
Danska fyritøkan, sum prentar føroysku Gekkaheftini, sigur at tað eru einans 2000 ymisk Gekkahefti í umferð í Føroyum.
Í seinastu viku seldi sjónvarpið 30.000 stk.
– Í einum Gekkahefti eru seks plátur á hvørjari blaðsíðu og tilsamans eru einans 12.000 ymiskar seriur av tølum.
– Tað vil siga at tað eru 2000 ymisk Gekkahefti í umferð í Føroyum, var sagt frá DEPA í Danmark.
Seinasta fríggjadag seldi Kringvarpið 33.000 Gekkar og tá vóru í minstalagið 16 eins Gekkahefti í umferð.
Tað vil siga at um alt gekk ímóti – so kundi ein Gekkaspælari keypt 16 Gekkar – og fingið eitt sjokk – tí allir Gekkarnir vóru púra eins.
Viðkomandi hevði ikki fingið eina krónu aftur frá Sjónvarpinum – uttan so at hann hevði verið so heppin at vunnið – og tí hevði vunnið við øllum 16 Gekkum.
Men spennandi hevði verið at sæð hvussu sjónvarps-verturin í Gekkasendingin hevði sloppi burtur úr tí støðu – at ein Gekkaspælari ringdi til Sjónvarpið og slapp ígjøgnum efir at hava fingið fulla plátu – 16 ferðir???
Sambart Kringvarpinum – hevði hesin "hepni" vinnarin bert sloppið at snarað Gekkahjólinum – tríggjar ferðir – og Ikki 16 ferðir tríggjar ferðir???
Men samrøðan millum Gekkaspælaran og sjónvarpsvertin – sum jú er beinleiðis – hevði uttan iva verið undirhaldandi um hesin 16-faldi vinnarin – eftir at hava snarað triðju ferð – einans fekk 2000 krónur burtur úr??
Kringvarpið sigur við Norðlýsið, at fólk skulu ikki keypa Gekkar á ymiskum sølustøðum – men bert á einum staði!
Hetta hevur Kringvarpið tó ongantíð upplýst um.
Sambart Danska Gekka-framleiðaranum, er tað sjálvandi óheppið at grannar sita við somu Gekkaheftum – men sambart teimum eru avmarkingar í seriunum altso 12.000 stk.




