Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað vánaligasta árið eg veit um

Oliver Joensen

Tað sigur Dia Jacobsen úr Leynum, nú laksateljarin í Leynará ímorgun hevur talt 287 laksar at vera komnir niðan Leynará tilsamans í ár.

At laksateljarin er á rættari leið við teljingini, ber eisini fongurin hjá sílafiskarunum boð um. Dia Jacobsen, í Leynum, ið hevur fylgt væl við laksafiskarínum har í mong mong ár, sigur, at hetta er ringast árið hann veit um. Umleið 40 laksar eru fiskaðir á Leynavatni í ár. 

Eg havi tosað við onkran av teimum, ið vanliga plaga at liggja fremstir at fiska á Saksunarvatnið, og hagani er søgan hin sama, eg trúgvi ikki at har eru fiskaðir meira enn 15 laksar. Hann eg tosaði við hevði bert fingið tveir í ár.

Vit skulu heilt aftur til árini áðrenn vit sett út í 1999, tey árini í 90-unum blivu um 40-50 laksar fiskaðir á Leynavatni um árið. 

Í 2000, árið eftir at vit høvdu sett út, blivu 530 laksar fingnir á Leynavatni og eini 300 í Saksun, so vit mugu siga, at her eru stórar broytingar farnar fram, sigur Dia Jacobsen úr Leynum.

Peter A. E. Djurhus, sum umsitur laksateljaran, og sum hevur sent okkum hesa nýggju myndina ímorgun, sigur, at myndin er eitt sindu óskørp orsakað av nógva áarførinum, sum verið hevur og av gróðuri. So skjótt vatnið minkar í ánni, verður farið at reinsa teljaran.