Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað var ein avgjørdur kommiserur vit hittu á fundi í dag

Norðlýsið

Tað sigur Esben Sverdrup-Jensen sum umboðandi donsku pelagisku vinnuna var á fundi við Mariu Damanaki fyrrapartin.

Tað sigur Esben Sverdrup-Jensen sum umboðandi donsku pelagisku vinnuna var á fundi við Mariu Damanaki fyrrapartin.

– Á fundinum greiddi Maria Damanaki frá at hon á fundi í gjár við donsku stjórnina hevði gjørt greitt at hon hevði gjørt av ikki at steðga prosessini sum nú er sett í verk. Hon segði seg at hava fingið váttan fyri at breið uppbakking var í ES fyri handilstiltøkum móti Føroyum. Handilsbannið ferð at umfata sild og makrel og eisini laksavørur. Harafturat er ætlanin at seta handilsbann móti sølu og keyp av skipum og útgerð til føroysk skip. Allar ES havnir verða stongdar fyri føroyskum skipum.

– Sjálv nevndi Maria Damanaki einki dato men hon segði at tiltøkini vóru sett í verk hálvan juli ella áðrenn kommisjónin fór í summarfrí í august.

– Tað var øllum greitt at kommiserurin hevði tikið avgerð í málinum og nevndi at eftir vóru bert onkur løgfrøðilig og formell viðurskifti.

Esben Sverdrup-Jensen, sigur at umboðini fyri pelagisku vinnuna vóru væl nøgd við fundin og nú verður vónað at hetta fer at noyða føroyingar aftur til samráðingarborið. Hann váttaði eisini at Maria Damanaki á fundinum hevði gjørt greitt at í løtuni kannar kommisjónin um handilstiltøk á sama grundarlagið eisini kunnu verða sett íverk móti Føroyum og Íslandi í samband við makrelfiskiskapin.