sigur ein av Summarfestival gestunum, sum halda til í einum tjaldi á Gerðabø
Tað var av allar fagrasta veðrið gjárakvøldið og veðriðhelt sær líka til umleið kl. 9 tá hann fór at regna illa av landsynningi.
– Tað var sera hugnaligt á festivalinum gjárakvøldið og náttin var eisni sera góð – men vit fingu ein heldur harðliga útpurring í morgun, segði ein ungur maður sum strýddist við at festa tjaldi.
– Hann lovar betur veður út á dagin og nú fara vit ein túr í Svimjuhøllina.
Tey stóru tjøldini á økinum sóu út til at hava tað gott menn tey smærri tjøldini høvdu tað trupult í fríska vindinum, sum í løtuni kemur beint inn eftir víkini.
Veðurmennirnir siga tó at hann skal snæra meira sunnan og so fer at klára í seinri uppá dagin.
Hýrurin er sera góður og ungu mennirnir gleddu seg til Scorpion-brakið í kvøld.




