Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað var neyðugt at verja Klaksvíkar Sjúkrahús

John William Joensen

Sigur Jákup Mikkelsen, sum í vikuni í tinginum gjørdi greitt at hann ikki kundi taka undir við uppskoti sum m.a. fór at miðsavnað leiðsluna í sjúkrahúsverkinum

Í dag var eitt uppskot fyri í tinginum, sum hevði broytingar við sær í lógini um Sjúkrahús.
Í uppskotinum var m.a. skoti upp at niðurleggja leiðslunar á smáu sjúkrahúsunum og í staðin hava eina sjúkrahúsleiðslu.
Eisini var ætlanin at taka orðingarnar í lógini um at smærru sjúkrahúsini skullu hava ein kirurgiskan og ein medesinskan yvirlækna.
– Uppskotið var ein beinleiðis roynd at miðsavnað sjúkrahúsverkið og tað vildi eg ikki standa modell til.
– Umframt at savnað leiðsluna á einum stað varð eisini skotið upp at niðurleggja sjúkrahúsráðini og í staðin hava eitt sjúkrahúsráð. Hóast ráðini í dag hava avmarkaðar heimmildir so metti eg hetta saman við hinum broytingunum at verða ein beinleiðis roynd at sentralisera sjúkrahúsverki, samstundis sum roynt var at avmontera smærri sjúkrahúsini.
– Eg fór so langt sum at kallað uppskotið fyri eina løgtingslóg um avtøku av smærru sjúkrahúsunum og at lógin minti um søguna um úlvin í seyðaskinni.
– At enda í orðaskiftinum ásannaði landsstýrismaðurin at uppskotið neyvan fekk undirtøku í tinginum og segði at omanfyri nevndu punkt heldur ikki vóru kardinal spurningar fyri landsstýrismannin. Hann segði seg einki hava ímóti at sjúkrahúsini framyvir høvdu hvør sina leiðslu og málið var síðani beint í trivnaðarnevndina.
– Eg rokni við at har verður málið viðgjørt soleiðis at tá tað kemur aftur í tingið verða omanfyri nevndu greinar ikki við.
– Tað er sera umráðandi at vit varðveita trí vælvirkandi sjúkrahús og vit mugu fáa samstarvið millum sjúkrahúsið at virka betur, tí veruleikin er tann, at í dag senda við fólk av landinum til viðgerðar hóast tey hava møguleika at fáa somu viðgerð aðrastaðni í Føroyum, bert tí at samstarvið millum sjúkrahúsini er so vánaligt.
– Nú koyrandi verður um Leirvíksfjørð síggi eg stórar møguleikar í Klaksvíkar Sjúkrahúsið og tí er umráðndi at vit geva sjúkrahúsinum tryggar karmar at virka undir.