Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Tað verður álopsfótbóltur og 3 stig til KÍ

Jákup Ósá

Andras Sólstein hevur góðar vónir til dagsins dyst viðStórá. Skal eg tippa, so sigi eg 3-1 til KÍ.

         –  Higartil í ár haldi eg at tað hevur gingið fínt.16 stig fyri 9 umfør hevði eg nokk keypt áðrenn kappingina. Men KÍ hevur spæltov nógvar javnleikir. Serliga hugsi eg um dystirnar móti EB/Streymi, ÍF og B36, sigur Andras Sólstein.

 

Um TB dystin í dag

Andras Sólstein væntar ikki, at TB kemur at spæla einsálopskent sum seinasta vikuskiftið móti HB.

           – Sum eg skilti á lagnum, so spældi TB seraálopskent móti HB og blivu revsaðir fyri tað. Tað vænti eg ikki, at teir gera afturí dag. KÍ hevði gott tak á TB fyrsta dystin í ár, tá KÍ vann 3-0, har TB spældisera verjukent. So TB fer helst at spæla ein sindur varligari enn seinast mótiHB. Hjá KÍ verður umráðandi at fáa miðvøllin at virka. KÍ spælir álopssfótbólt, og tað fara teir eisini at gera í dag. Skal eg tippa, so sigi eg 3-1 til KÍ, sigurein bjartskygdur Andras Sólstein við Norðlýsið umborð á Smyrli.