Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tað verður lív í á Tórsvølli

Jákup Ósá

Fleiri fullsettir bussar seta í dag kós móti Tórsvølli.

Hesaferð liggur altjóða dystur á Tórsvølli fyrsta dagin á Summar Festivalinum, og tað tykist ávirka ferðamynstrið til dystin. Fólk ferðast í størri mun heldur við bussum enn við egnum bilum hesaferð. Vit vita um eini fýra fullsettar bussar, sum fara úr Klaksvík til Tórsvøll. Tí kann roknast við góðum stemningi og Blái Skansin hjá Bláu Bylgjuni verður eisini við á bólki 111 aftanfyri málið.

Talan er um ein dyst, sum kann blíva ein tann týdningarmiklasti í søguni hjá KÍ. Tí nú er KÍ bara eitt umfar frá bólkaspæli, og har kann eitt gott úrslit á heimavølli skapa grundarlagið fyri at koma víðari.

Hóast prísurin til hendan stóra dystin er tann lægsti til altjóða dystir síðstu árini (110 kr. vaksin), so væntast ikki nógvir áskoðarar á eystursíðuni. Bara tveir teir mittastu bólkarnir hava verið til sølu og teir eru langt frá útseldir enn. Helst passar dysturin illa inn í skránna hjá mongum norðoyingum, sum hava fasta skrá á Summar Festivalinum.

Tí kunnu vit vænta lívligar, men ikki so nógvar áskoðarar, sum ofta fyrr til so stórar dystir.

Dysturin byrjar kl. 18.00 og atgongumerki kunnu keypast á ki.fo. 

Harleywoodpaint