Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað verður nógv á skrá í Klaksvík fram til jóla

John William Joensen

Í morgun var seinasti limafundurin í hesum árinum hjá Klaksvíkar Handilsfelag og aftur við einum góðum kaffimunni og rundstykkjum var tosað um at gera jólini í Klaksvík so hugnaligt sum gjørligt og stemningurin var í topp tá borgarstjórin greiddi frá at um eina viku fer ein jólabýur at lata upp úti í gomlu Klaksvíkini.

Í morgun var seinasti limafundurin í hesum árinum hjá Klaksvíkar Handilsfelag og aftur við einum góðum kaffimunni og rundstykkjum var tosað um at gera jólini í Klaksvík so hugnaligt sum gjørligt og stemningurin var í topp tá borgarstjórin greiddi frá at um eina viku fer ein jólabýur at lata upp úti í gomlu Klaksvíkini.

Kommunan hevur latið bygt tríggjar jóla-búðir og so er ætlanin at leggja afturat á hvørjum árið til vit hava ein flottan og áhugaverdan jólabý, men nú verður farið til verka og leygardagin í næstu viku verður ein serlig løta tá nýggju jóla-búðirnar verða tiknar í brúk.

Eisini verður arbeitt við at fáa ein serligan jólabuss at koyra í samband við jólabýin á tunnilsdegnum.

Handilsfelagið hevur havt eitt sera virkið ár og nú fram til nýggjárs hava handlarnir opið hesar tíðir:

06. desember kl. 10 – 17
13. desember kl. 10 – 22 (tunnilsdagin)
14. desember kl. 14 – 18
17. – 20. des. kl. 10 – 20
21. desember kl. 14 – 20
22. desember kl. 10 – 20
23. desember kl. 10 – 21

Nýggjársaftan kl. 10 – 13

Í annaðkvøld, fríggjakvøldið 28. november kl. 19, verður jólatræið í Vágstúni tendrað og leygardagin 6. Desember letur ein jólabýur upp úti í gomlu Klaksvíkini, niðanfyri Fornminnasavnið.

Jólatrøini í kommununi
Jólatræið í Vágstúni verður tendrað fríggjakvøldið 28. november kl. 19.30.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Jólatræið í Árnafirði verður tendrað mikukvøldið 3. desember. kl. 18.00.
Signhild V. Johannesen, býráðslimur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Jólatræið á Norðoyri tendrar mikukvøldið 3. desember kl. 19.00.
Jógvan við Keldu, heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað hóskvøldið 4. desember kl. 18.00.
Herfrí Sørensen, býráðslimur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Jólatræið í Mikladali verður tendrað hóskvøldið 4. desember kl. 19.00.
Herfrí Sørensen, býráðslimur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl. 17.15 og av Syðradali kl. 21.00 – bussur er við í ferðini.
Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 6. desember kl. 16.00.
Jóhann Lützen, býráðslimur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Ritan fer úr Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30.

Í samband við tunnilsdagin verður Norðlýsið borið í hvørt hús í landinum mikudagin 10. Desember og seinasta freist at koma við lýsingum og tilfari er hósdagin 4. Desember.

Handilsfelagið og kommunan arbeiða saman við einum felags átakið í samband við Tunnilsdagin og verður tað almannakunngjørt so skjótt sum tað er klárt. Eisini verður mentanartiltak í Spaniastovu og meira verður at frætta um hetta seinri.

Jólaskipið fer eins og seinast at leggja at bryggju úti í gomlu Klaksvíkini og alt hátíðarhaldið í hesum sambandi verður í nýggja jólabýnum úti í Klaksvík.

Tunnilsdagar í Norðoyatunnlinum 2015:

14. mars
02. mai
26. september
12. desember