Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað verður spælt í Klaksvík

Jákup Ósá

Líkindini í Klaksvík eru nú góð og vøllurin verður klárur kl. 15.00.

KÍ formaðurin sigur, at líkindini vera góð seinnapartin og at maskina fer at busta kavan vekk.

– Nú eru munandi betri líkindir og tað verður sagt frá góðum veðri seinnapartin. Vit hava fingið kommununa at busta kavan burtur frá linjunum í fyrsta umfari. Tað skal so øgiliga lítið til fyri at vøllurin er púra klárur, og tað verður hann kl. 15.00. So tað sær gott út og dysturin byrjar sum eftir ætlan kl. 15.00, sigur Tummas Lervig við Norðlýsið.

Líkindini í Klaksvík eru nógv betri nú. Tað kavar ikki meira og kavin niðri í býnum hvørvur spakuliga. Tískil er lagt upp til spennandi dyst kl. 15.00, tá helst størsti dysturin hetta umfarið í Effodeildini fer í gongd.