Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað verður tað land, sum pápi sigur.

John William Joensen

Ofta hoyra vit orðafelli, ið Símin hjá Póli – Símin Poulsen, skipari og eigari av POLO, skal hava sagt: “Tað er bara ein skipari á Polo”.

Seinast brúkti løgmaður tað, tá ið hann segði landstýrissamgonguna upp, og var hettar væl sagt – og hóskaði væl til støðuna.

Men veit nakar, nær, hvar og hví Símin hevur sagt hettar – tvs. søguna aftanfyri hettar orðafelli??

Tað er stuttligt, at tað soleiðis hevur sligið ígjøgnum, og verður nógv brúkt, ja, sjálvt løgmaður brúkar tað.

Men eg veit um eitt annað líknandi orðafelli, ið eg haldi er nokk so stuttligt – og eg má siga tað víðari, áðrenn tað verður gloymt.

Levi hjá Dáva – Levi Joensen, skipari, ið eg var saman við í fleiri ár, brúkti eitt annað orðafelli:

Hann segði:”Tað verður tað land, sum pápi sigur”.

Um hettar orðafelli, fortaldi Levi mær søguna fyri mongum árum síðan.

Trolarin Dragaberg (ella var tað gl. Skálaberg) hevði verið í Stóra Bretlandi og selt fisk og var á veg til Føroyar.

Á hesum túri var Dávur skipari og bróðir hansara Kjølbro var við. Eisini sonur Kjølbro, Evald Kjølbro, var við.

Teir koma so inn undir land sunnanfyri – og sýni var ikki so gott. Tá høvdu teir ikki radara.

Teir síggja so land – men tað var ógvuliga kámt og ringt at síggja, hvat land hettar var.

Annar meinti tað var Borðoyanes og hin meinti tað var Skorin.

Teir lógu so í hvør sínum stýrhúsrúti og tjakaðust um hettar.

Hvat hvør segði, minnist eg ikki nú, men tað kann gera tað sama.

Evald var eisini staddur á brúnni og gekk og spákaði aftur og fram eftir dúrkinum í stýrhúsinum, aftan fyri teir.

Hann hoyrdi sjálvandi hettar tjaki – men hevði sjálvur ikki ánilsi, hvat land tað kundi verða talan um.

Men eina fer letur í honum:” Tað verður tað land, sum pápi sigur”.

Og rætt hevði hann.

Tað var nevnliga tað land, ið Kjølbro tað segði tað var.

Tvs. Kjølbro hevði rætt og Dávur, ið var ein av okkara bestu og royndastu skiparum, skeivt.

Haldi sjálvur, at hettar er ein so stuttlig søga, at hon má ikki fara í gloymibókina.

Enn tann dag í dag brúkar Levi orðafelli:”Tað verður tað land, sum pápi sigur”.

Og sjálvur havi eg – sum leiðari – eisini brúkt tað onkuntíð.

Klaksvík 16. september 2008.

Jógvan E. Ósá.