Oddmar Niclasen, skipari á Bragd: Nei, tað hevur ikki viðrað væl hjá okkum, síðani vit byrjaðu við monofilamentlínuni. Hendan túrin vóru vit úti í tríggjar dagar, men lógu bakk tann eina dagin. Tað bleiv til 7000 pund, har um 5600 pund vóru longa, eini 300 pund av kalva og nakað av skøturavum og toski eisini.
Hóast vit seta langt, so seta vit ikki so nógvar húkar í sjógvin við hesi línuni, eini 1800 húkar um dagin, ímeðan við vóru uppi á 17-18000 húkum við traditionellu línuni. Harafturat er munurin eisini, at vit egna so hvørt vit seta, og brúka kanska fyri 300 krónur um dagin í agni, tí vit brúka eini 80 kg av makreli, ímeðan vit skera brosmuna og kanska eisini upsarnar og hýsuna vit fáa til agn.
Hetta er bílig drift. Men higartil hevur tað viðrað ov illa og tí er enn komið lítið burturúr, sigur Oddmar Niclasen, skipari á Bragd.
Nú eru veðurmennirnir einki hugaligir um komandi dagarnar, so eg rokni ikki við at veðrið fer at batnað fyrr enn upp undir endan á vikuni, tá fara vit helst at royna aftur. Hetta er sjálvandi ikki besta tíð til línufiskiskap, men eg rokni við, at um vit fáa brúkiligt veður komandi túr, so verður fiskiskapurin helst eisini brúkiligur. Vit fara so at royna. Hvussu leingið vit halda við hesum, tað velst um so nógv, men vit fara helst at hava monofilamentlínuna undir til út í august, september, sigur Oddmar Niclasen, skipari á Bragd at enda.



