Nevndin í Tænastumannafelagnum heldur fram óbroytt
Nevndin í Tænastumannafelagnum heldur fram óbroytt
Á Aðalfundinum í vikuni stóðu tveir nevndarlimir fyri vali, tað var Andrea Nielsen og Poul Jakki Vitalis, bæði vóru afturvald.
Eftir fundin skipaði nevndin seg við:
Meinhard Gaardlykke, formaður
Turid Arge, næstformaður og skrivari
Andrea Nielsen, kassameistari
Poul Jakki Vitalis, nevndarlimur
Eykalimir eru:
Sámal J. Í Skorini
Fróði M. Davidsen
Roknskapargrannskoðari er:
Eyðun Joensen




