Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tænastusinnaður smiðjur til Sp/f Kjølur

LÝSING

Hevur tú hug til eitt spennandi og avbjóðandi starv, sum smiðjur hjá Sp/f Kjølur?

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum, tænastusinnaðum og kundavinaligum smiði.


Arbeiðsuppgávur

Arbeiði fevnir í høvuðsheitum um tænastu og viðlíkahald av STILL trukkum, MUSTAD útgerð og STRAPEX útgerð, umframt annað smiðju- og viðlíkahaldsarbeiði umborð á skipum og á virkjum kring landið.


Vit ynskja

Vit ynskja at tú hevur viðkomandi útbúgving og stóra koyrikorti.

Harumframt ynskja vit, at tú er:

· Ágrýtin

· Tænastusinnaður

· Kundavinaligur


Vit bjóða

Tú fært eitt spennandi og avbjóðandi starv í eini fyritøku, har kundin altíð er í miðdepilinum.

Tú verður partur av einum toymið hvørs høvuðsendamál er, at veita kundum okkara eina framúr tænastu.


Setanarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstarv.

Løn og treytir annars, sambært avtalu.

Arbeiðsstaðurin er í Klaksvík, men arbeitt verður runt alt landið.


Umsóknir og fyrispurningar

Skrivlig umsókn, við møguligum prógvum o.ø. skal sendast til: habt@kjolur.fo

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Hans Arna Bjarnason Thomsen á telefon 23 23 01, ella við at skriva á habt@kjolur.fo.


Freistin at søkja starvið er 8. juli, at byrja skjótast til ber.


Sp/f Kjølur veitur alskyns tænastur til vinnuna á sjógvi og landi. Sp/f Kjølur umboðar STILL trukkar, MUSTAD útgerð, STRAPEX útgerð, TEXACO olju umframt aðra útgerð til skip og virkir. Hjá okkum er kundin altíð í miðdepilinum.