Kappróður: Fyrr í dag skrivaði Norðlýsið ein tíðindastubba um gentumanningina hjá 5-mannaførum umborð á Fípuni Føgru. Tær lovaðu, at tær fóru at geva alt í dag. Ikki kann sigast annað enn, at tær hildu orð. Dreingjamanningin á sama báti vann eisini. Tillukku.

’Fípan Fagra fer at geva alt’ ljóðaði yvirskriftin fyrr í dag. Sum partur av fyrireikingini vóru tær norðuri á Viðareiði til ein samansjóvandi morgunmat í morgun, tá ið Norðlýsið kom í prát við tær.
LES TA GREININA HER: FÍPAN FAGRA FER AT GEVA ALT
Á tíðina at døma, kann ikki sigast annað, enn at gentumanningin kláraði seg væl. Fípan endaði á fyrsta plássi við tíðini 05.54.02, heili tvey sekund frammanfyri Silju, ið endaði á øðrum plássi.
Á triðja plássi endaði Drekin.
Hjartaliga tillukku til gentumanningina og dreingjamanningina umborð á Fípuni Føgru, ið hava fingið eina sera góða byrjan upp á kappróðrarárið.