Tórbjørn Jacobsen: Eri ein av fáum monnum, sum Sverre Midjord hevur fyrigivið, at eg varð álopin og ongantíð slapp, tíansheldur sleppi, av aftur við tjóðveldisbasilluna.
tórbjørn jacobsen:
Eri ein av fáum monnum, sum Sverre Midjord hevur fyrigivið, at eg varð álopin og ongantíð slapp, tíansheldur sleppi, av aftur við tjóðveldisbasilluna.
Orsøkin er hin einfalda, at fyrsta avgerðin eg tók sum landsstýrismaður í mentamálum, uttan nakra politiska konsultering, trýst ella umsitingarliga ráðgeving, var at leggja nýggja almanna- og heilsuskúlan í kæra heimbý hansara – Tvøroyri.
Nú hava vit verið kollegar dastið av einum løgtingsvalskeiði, komnir sera væl út av tí báðir, og tað svitast ikki, at hjartað framvegis bankar hart og heitt fyri føroyskari ítrótt, hjá hesum klassikaranum í TB, TBF og ÍSF. Stjórnarlimur í ártíggir í hesum seinast nevnda fora.
Flestu hoyrdu hann í varpinum hendan dagin føroyameistaraskapurin hjá NSÍ var heiðraður og umrøddur, og í tinginum sama dagin kom hann við eini mynd av manni, sum fekk serliga stóran týdning fyri ítróttina eystaru megin við Skálafjørðin. Ib Hauritz. Hann kom til staðin, at takast við bakstur hjá Anthoni á Bakarínum, í húsunum, har kommunuskrivstovan nú heldur til. Heimstaður hansara Tvøroyri var tá ein stórbýur í mun til spjaddu bygdirnar, við lítla fólkameinginum, av Skipanesi út á Nes. Ítróttarliga siðvenjan sterkari. Harvið gjørdist hesin ungi tvørámaðurin ein rættiligur katalysator, í tí sum tá róptist Nes Sóknar Kommuna.
Sverre segði mær, at hann um hetta mundið fleiri ferðir hevði spælt bólt á plenuni, sum tá lá slødd eftir sandinum, alt eftir hvussu sildatunnurnar vóru skipaðar og lagdar ímillum Havnakantórið, Føroya Banka, Shell-tangarnar norðanfyri og hylin sunnanfyri. Her byrjaði felagið Tjaldur, sum var forleyparin til NSÍ. Fyrst hondbóltur, síðani kappróður og mong ár seinri fótbólturin.
Fyri fleiri árum síðani heitti Norðlýsið á meg, um at gera eina greining um hendan býin ella rættari, – vantandi býin. Runavík. Skilagott er at leggja sær í geyma, at býurin Runavík og Runavíkin, sum er ein bygd í býnum, als ikki fevna um sama hugtakið, sama veruleika. Fólk úr einstøku bygdunum leggja stóran dent á at varðveita gomlu bygdanøvnini, eisini í miðálini Glyvrar, Saltangará og Runavík, tí mega tey framhaldandi eiga sín hevdvunna rætt, og sjálvur verði eg aldri runavíkingur, sum Hilmar Jan plagar at rópa teir ellivu, ið til eina og hvørja tíð manna Formulaliðið hjá NSÍ. Havi verið, eri og fari til allar tíðir at vera glyvramaður – við eini hálvari genfyllu úr Syðrugøtu. So einfalt er tað.
Seinast var spurningurin, hvussu býurin Runavík kom at liggja í svinginum, nú táið Skálafjarðartunnilin um fá ár verður ein veruleiki. Í mun til Havnina og Klaksvíkina serliga. Myndin var kanska í so døpur. Í hvussu er, um onki avgerandi hendi ávegis, áðrenn bivreiðir fóru akandi suður- og norðureftir, sum spelandi og nístandi ross á amerikonsku grasfløtunum. Ímillum metropolarnar báðar. Tað er sum við einum stati, tað krevjast nakrar fyritreytir, nakrir karmar, nakrir lívsneyðugir faktorar, skal býarskapilsið hava ein tjans fyri at savna seg, mennast og yvirliva.
Skyldmaðurin Petur Martin Rasmussen, pastor emiritus, spurdi meg nú ein dagin, um eg visti hví so fáir føroyingar immigreraðu til amerikanska meginlandið, táið m.a. íslendingar í stórum talið flýddu frá móðirlandinum undan svongd, kulda og neyð. Bara við treysti í tí sum vónað varð? Tað hevði eg sjálvandi ikki gjørt mær far um. Hann kundi sjálvandi ikki prógva tað, men hann var sannførdur um, at paralellurin til amerikanska kontinentið hjá íslendingum vóru niðursetubygdirnar í Føroyum. Skopun, Rituvík, Tvøroyri you name them.
Runavík er kanska ikki tað besta dømið. Men sjálvt táið eg flutti úr Gøtu út á Glyvrar, nakað fram í sekstiárini, var ikki talan um annað enn spjødd hús á hvørt sínum traðarstykki. Tástaðni byrjaði vøksturin. Nýbyggjarar komu til í hópatali í eitt øki, harið góður gróðrarbotnur var fyri vinnu, serliga tí at havnaviðurskiftini vóru lagalig, tað er jú ein sannroynd uttan modifikatiónir, at bygdirnar og býirnir í Føroyum ikki vaksa frá bøgørðunum oman í havnaløgini, – men øvut. Tað munnu klaksvíkingar vita meira um enn tey flestu.
Tað vóru ikki bara bygdirnar í kommununi sum lógu spjaddar, í grundini lá hvørt hús, hvørt húskið, sum ein kjarna, sum ein cella, í opna landslagnum framvið hesum sjóvarfalsleysa fjørði, sum var flotabasa hjá okkupatiónsvaldinum stríðsárini seinru. Eitt søguligt hugtak verður rópt balkanisering. Tað varð fyrstu ferð nýtt um atomiseringina av Eysturríkska- Ungverska kongadøminum, sum spjaddist fyri allar vindar í 1918. Í smáar statir, sum at kalla ikki høvdu ein livandi tjans fyri at yvirliva. Fraklendingurin Regis Debray brúkti hetta í síni greining um syndraða kollveltingararvin, ástøðina, um eitt kollvelt og endurreist politiskt meginland í Latínamerika. Tað var hann sum hitti Ché inni í boliviansku frumskógini og sat fangi hjá hernaðarjuntuni í La Paz, mistonktur fyri at vera partur av guerilla´ini hjá argentinaranum Guevara.
Í Runavík er tað gingið beint øvuta vegin, frá balkanisering, atomisering til savning. Øll hava staðið nøkulunda líka mótegis Várharra, stættarmunurin hevur verið lítil og framsøknið stórt.
Í mínum ungu døgum spældu vit bara ”professionellan” hondbólt við NSÍ. Ferðaðust víða um landið. Yvir á Strendur, vestur til Sandavágs, til Kollafjarðar, til Vestmanna og seinri norður til Klaksvíkar. Fótbólturin var bara til at taka, táið onki annað var fyri hendurnar. Fyrstu árini savnaðust vit fyri tað mesta á einum teigi, sum abbi mín hevði latið okkum til endamálið, norðanfyri sethúsini á Langanesi. Hann hevði handil og var stórleverandørur av bóltum. Tað mátti hann verða, tí javnan gjørdist hann heldur knottin av øllum spælinum, og kruvdi bóltarnar, táið hann vildi hava okkum at fáast við eitthvørt meira samfelagsgagnligt, samsvarandi hansara fatan, so sum at rippa húkar, bøta gørn, arbeiða í fiski, rulla sildatunnur, bera cementsekkir o.s.fr.
Seinri brúktu vit hondbóltsplenuna omanfyri nýggja skúlan á Glyvrum. Til alt bóltspæl. Hugsi, at teir fyrstu spírarnir veruliga festu røtur á hesum vøllinum. Onkran dystin leiktu vit ímóti toftamonnum, tað mátti sjálvandi vera á uttanveltaðum vølli, ein teigur úti við Løkin var nýttur, nakað vestanfyri Heilsumiðstøðina, sum síðani er komin. Hetta gjørdist eitt slag av einum Wembley í einum avmiliteriseraðum geira, nakað innanvert Golanheyggjarnar, ið seinri gjørdust so kendir. Uttanmenn vóru arvingar frá Zig-Zag og innanmenn nýlendingar í fótbólti, men eg hugsi, minnist meg rætt, at tað gekk nokkso javnt á, hóast fyritreytirnar vóru rættiliga ymiskar.
Ímeðan klaksvíkingar, havnarmenn, tvørámenn og vágbingar stríddust í meistaradeildini royndu eysturoyingar at menna seg í síni egnu ostaklokku, í eini eysturoyarkapping. Tað mundi ganga so sum so. Fuglfirðingar vóru síðani teir fyrstu, sum tóku sær mót til stigið inn í fótbóltsnirvana´ið. Annars hildu teir flestu við KÍ og onkur hissini við HB, og tá var fjølskyldutreytin oftani avgerandi. Tað segðist um ein fótbóltsíðnan gøtumann, treytaleysan KÍ´ara, at hann hevði lagt seg tryggan at doyggja, um hann bara hevði sloppið at nomið einaferð við hin legendariska áleyparan Steinbjørn Jacobsen, sum var klaksvíkingum so hollur í mong ár, álopsímyndin á 66-liðnum. So stórur var distansurin ímillum fólk og økir tá í tíðini.
Fótbólturin tók ikki rættiliga dik á seg í Runavík fyrrenn mong ár seinri. Ikki fyrrenn systkinabørnini, brøðurnir Napoléon, hin lokali Cruyff, og Jústines, Annfinn Hammer, Ingolf hjá Bankmanninum, Svenn hjá Livvu, Tummas hjá Hennibeth, Sofus hjá Karl Jóhan, Regin hjá Magga, Ba á Volla og mangir aðrir fóru at gera um seg á føroyskum leikvøllum. Tá hendi tað, tá byrjaði tað, sum nú er endað í fyrsta føroyameistaraheitinum hjá felagnum í bestu fótbóltsdeildini nakrantíð í søguni.
Hvønn týdning hevur hetta nýbrotið so fyri økið?
Í mun til hugleiðingarnar seinast er stór menning farin fram, sæð í einum savningarhøpi. Runavíkin er framvegis ein lítil bygd, ímeðan býurin Runavík so smátt er farin at menna seg til ein nýggjan metropol í landinum. Tað var harðliga tiltrongt. Fyri ung, miðaldrandi og eldri. Og orsøkirnar eru fleiri. Vinnan heldur stand og mennist. Samkomuhúsini liva sítt góða lív, eldrafeløgini blomstra. Og samsvarandi míni fatan eru tríggir faktorar heilt avgerandi fyri, at býurin nú av álvara tekur skap, sum ger at nýbyggjarnir savnast, og teir eru Blikk-Caféin, føroyameistarheitið hjá NSÍ og komandi nýggja kirkjan hjá Meinhardi Bjartalíð presti. Býurin hevur fingið nakrar alneyðugar fasettir, sum liggja omanfyri materiella gerandisdagin. Savningin er kanska somikið ávegis, at nevndin í NSÍ áðrenn langt umlíður fer at rópa felagið fyri Runavík United.
Hjartaliga tillukku við føroyameistaraheitinum, eitt bragd, sum hevur nógv størri týdning fyri staðin, enn tit í hesi løtu eru vitandi um. Hin genetiski helmingurin fegnast sjálvandi um, at GÍ rakk einum fimtaplássi. Og allur kroppurin sjálvandi um, at Eysturoyggin nú er meginásin í føroyskum fótbólti, við 6 av 10 feløgum í Formuladeildini. Í mun til eitt lutfall í fólkatalinum á 1:4(5). Hesin mergmunurin burturforklárast ikki, táið hann kann prógvast, dokumenterast, eftir mikið stríð og strev.
Føroyska cash-kúgvin hevur einaferð enn prógvað sítt virðið við úrslitum og heldur lakari gartan.
Enn einaferð, hjartaliga tillukku NSÍ !




