Møti, takkarløta og samrøða. Fríggjakvøldið 8. okt kl. 20.00
Nú fjøllini verða gingin, og nógv er komið til høldar, fara vit aftur at samlast og syngja saman, hoyra Guds orð og takka fyri skurðin í heyst.
Møti verður í Svínoyar kirkju fríggjakvøldið 8. okt kl. 20.00 við Pól Johannessen. Eisini verður samrøða við Poul Sivar Olsen um tíðina, tá ið hann varð raktur av sjúku 59 ára gamal í 2015.
Aftaná eru øll boðin til hugna við drekka, spurnarkapping o. ø.
Øll korona-tilmæli verða fylgd.
Øll eru hjartaliga vælkomin.



