Paul Celan (1920-70) telist millum merkisverdastu yrkjarar í 20. øld, og Heðin Klein hevur áður latið yrkingar hjá honum út á føroyskum. Nú er komið eitt fitt úrval við einum eftirmæli eftir Heðin Klein, har hann ger greiði fyri bæði lívinum hjá yrkjaranum, hansara skaldskapi og umrøður ymiskar spurningar í sambandi við at flyta týskt mál yvir í føroyskt.
TÍÐINDABRÆV FRÁ MENTUNARGRUNNISTUDENTAFELAGSINS
Paul Celan
TALA TÚ EISINI
Yrkingar
Heðin M. Klein týddi
Paul Celan (1920-70) telist millum merkisverdastu yrkjarar í 20. øld, og Heðin Klein hevur áður latið yrkingar hjá honum út á føroyskum. Nú er komið eitt fitt úrval við einum eftirmæli eftir Heðin Klein, har hann ger greiði fyri bæði lívinum hjá yrkjaranum, hansara skaldskapi og umrøður ymiskar spurningar í sambandi við at flyta týskt mál yvir í føroyskt.
Paul Celan var av jødiskum fólki í Czernowitz, sum tá var í Rumenia. Foreldrini vórðu myrd av nazistunum undir krígnum, men Celan hóraði undan í eini arbeiðslegu. Stutt eftir krígslok slapp hann til Fraklands, og seinni varð hann lektari í týskum bókmentum í París.
Upprunaliga var Paul Celan ávirkaður av modernistiskum ráki í eystur- og miðeuropeiskum skaldskapi og eisini av franskari surrealismu, men tað var serliga tann nazistiska týningin av jødum, sum meira og meira gjørdi vart við seg í skaldskapinum. Hann vónaði, at tíðin kundi lekja hetta sár, men soleiðis var ikki, og í 1970 druknaði hann seg í Seinen.
Við týðingunum hjá Heðini Klein hava vit fingið heimsbókmentir á hægsta støði á føroyskum.
Paul Celan: Tala tú eisini. Bárður Jákupsson gjørdi permuna. Mentunargrunnur Studentafelagsins, 70 bls. kr. 168




