Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talgild Føroyakort til fría nýtslu

Fólkaflokkurin

Jacob Vestergaard hevur vegna Fólkaflokkin lagt uppskot fyri tingið um at yvirtaka kort- og landmátingarmyndugleikan fyri at skapa menning og nýskapandi tiltøk á kortøkinum.

Jacob Vestergaard hevur vegna Fólkaflokkin lagt uppskot fyri tingið um at yvirtaka kort- og landmátingarmyndugleikan fyri at skapa menning og nýskapandi tiltøk á kortøkinum.

Grannalond okkara hava seinnu árini latið øllum ókeypis atgongd til øll kortdata, við tí fyri eyga at seta ferð á talgildingartilgongdina í samfelagnum og lata vinnuligum initativum framat at gagnnýta kortini og dáturnar.

Jacob Vestergaard hevur lagt 3 uppskot fram um kort. Fólkaflokkurin vil við uppskotunum yvirtaka og lata ókeypis atgongd til øll føroysk kort, tryggja at ferð verður sett á at framleiða eitt talgilt topografiskt Føroyakort og við ókeypis atgongdini skapa eina innovatión á kortøkinum, sum vit higartil hava forðað fyri.

Umhvørvisstovan hevur førleikarnar at handfara ein føroyskan kort- og landmátingarmyndugleika, meðan sjálv yvirtøkan er einføld at fremja.

Taka almennu myndugleikarnir lógvatak kunnu borgarar, vinnulív og almennir myndugleikar fáa stórar fyrimunir av fríari nýtslu av føroyskum kortdátum.

Uppskotini finnur tú HER:

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði ámálum og málsøkjum

Uppskot til løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika

Uppskot til løgtingslóg um verju av staðsettumuppmátingarmerkjum

Fólkaflokkurin

Harleywoodpaint