Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talufrælsið er óskert

John William Joensen

Dómurin í Føroyarætti staðfestur at talifrælisið er óskert – men minnir samstundis á hvussu nógv vald sjournalistar hava og hvussu álvarsligt tað er tá hesi fara í sjálvsving og móti betri vitan framstilla ákærur sum grundarlag ikki er fyri. Tað er eisini merkisvert hvussu KVF hevur hóreiggja sær í hesum málinum. At hava vakið eygað við makthavarunum er týdningarmikið, men tá ein stovnur sum KVF noktar at senda frá tíðindafundi har tann sum tey hava ákært fyri tollsvik, sigur sína søgu, var marghátligt. At Kringvarp Føroya so við somu leiðslu framskundar eina ”dokumentar-sending” fyri at ávirka fólkahugsanina undan einum tingfundi har andstøðan leggur fram eitt misálit á persónin sum KVF hevur ákært, vísir hvussu ”íblandað” sjournalistar og leiðslan í KVF var í hesum málinum.

Tað er ikki ókent at sjournalistar lugta blóð og fara í sjálvsving – og júst hesin dómuri er eitt gott dømið um hetta.

Grundarlagið fyri dóminum eru júst fjølmiðla etisku reglurnar og ásetingar í Evropeisku mannarættinda konventiónin har tað stendur ….. Enhver, der anklages for en lovovertrædelse, skal anses for uskyldig, indtil hans skyld er bevist i overensstemmelse med loven…..

At KVF baði áðrenn og eftir at dómin hevur lagt upp til at dómurin fór at ávirka talufrælsið og hvussu miðlar kunnu loyva sær at virka í framtíðini er fullkomiliga burtur við. Men KVF skal eins og øll onnur virða at talifrælsið er undir ábyrgd.

KVF er í Føroyarætti dømt fyri at bera fram ákærur sum ikki høvdu nakað grundarlag og tí er talan um eitt isolera mál sum einki hevur við aðrar miðlar ella talufrælsi í breiðari merking, at gera!

Formaðurin í Kringvarpsstýrinum hevur ført fram at uppgávan hjá KVF er at hava eftirlit við valdsharrunum og tað er púra rætt. Men dómurin í Føroyarætti sker út í papp at KVF í hesum málinum ikki einans hevur átikið sær at hava eftirlit og lýsa mál – men er farið nógv longur og hevur dømt persón fyri lógarbrot – enntá móti betri vitan.

Spurningurin er hvør megnar at rætta kós og bjarga trúvirðinum og tað er avgerandi fyri stovnin at leiðslan og stýrið megnað tað – tí armslongdar prinsippið má standanda sína roynd so málið ikki endar sum ein partapolitisk kastibløka. Endar hetta sera væl lýsta málið hjá landstýrismanninum er álitið á stovnin fokið.