Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talv-FM, 2. bólkur: Esbern er nú einsamallur á odda

(
John Færø)

Eftir enn ein sigur í dag (mikudagin) hevur Esbern Christiansen úr Klaksvík lagt seg einsamallan á odda í 2. bólki, har hann í morgin skal møta einum av sínum harðastu kappingarneytum, Sigurði B. Justinussen úr Havn, sum hevur ½ stig minni enn Esbern.

Nú tað resta 3 umfør, liggur Esbern Christiansen fremstur í bólkinum við 4½ stigi, meðan 3 aðrir liggja beint aftan fyri hann við 4 stigum. Teir eru Sigurð B. Justinussen úr Havn, Jákup á R. Andreasen úr Vestmanna og Jákup F. Joensen úr Gøtu.