Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talv, liðkappingin í 2. deild: Tofta Talvfelag tevjar uppflyting í 1. deild

Norðlýsið ÍTROTTUR

Samstundis sum Sandavágur 2 snávaði og tapti 1-3 ímóti Róki 1 í 8. umfari sunnudagin, so vann Toftir 3-1 á Vestmanna 2 og legði seg harvið 3½ stig á odda og liggur væl fyri til at flyta upp í bestu deildina.

Nú nøkur lið hava 2 dystir eftir at telva, og nøkur hava 1 dyst eftir, er støðan í 2. deild henda:

1) Toftir                   26,5 stig
2) Sandavágur 2     23,0 stig
3) Rókur 1               20,5 stig
4) Vestmanna 2      18,5 stig
5) Klaksvík 3           15,5 stig
6) Kollafjørður           0,0 stig

Nr. 1, Toftir, hevur ein dyst eftir – ímóti Klaksvík 3.
Liðið hevur sostatt møguleikan at vinna 4 stig afturat.
Toftir kann tí enda við ímillum 26,5 og 30,5 stigum íalt.

Nr. 2, Sandavágur 2, hevur somuleiðis ein dyst eftir – ímóti Vestmanna 2.
Liðið hevur sostatt møguleikan at vinna 4 stig afturat.
Sandavágur 2 kann tí enda við ímillum 23,0 og 27,0 stigum íalt.

Nr. 3, Rókur 1, hevur hinvegin tveirdystir eftir – ímóti Klaksvík 3 og Vestmanna 2.
Liðið hevur sostatt møguleikan at vinna 8 stig afturat.
Rókur 1 kann tí enda við ímillum 20,5 og 28,5 stigum íalt.

Tofta Talvfelag má tí sigast at hava tey bestu útlitini til at flyta upp í 1. deild, meðan møguleikin hjá Sandavági 2 er rættiliga lítil, tí helst skal ganga óvanliga illa hjá toftamonnum, um teir als einki stig fáa burtur úr dystinum ímóti Klaksvík 3.

Frægasta kjansin at hótta Toftir man Talvfelagið Rókur hava, men eisini hjá teimum er treytin, at Toftir missir nógv stig ímóti Klaksvík 3, og at teir samstundis fáa nærum fulla úrtøku úr sínum írestandi tveimum dystum.

Teir, sum higartil í kappingini hava telvað fyri 2. deildarliðið hjá toftamonnum, eru hesir:

Andreas Andreasen
Helgi Joensen
Wenzil Højgaard
Jústinus Hansen
Jens C. Hansen
Øssur Hansen

Samanumtikið kunnu vit tí kanska loyva okkum at siga sum í yvirskriftini, at Tofta Talvfelag tevjar uppflyting í 1. deild!