Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talv, liðkappingin í 3. deild: Veteranarnir tryggjaðu KTF javnleik í 3. deild

Norðlýsið ÍTROTTUR

Vit sigri til Petur Hans Poulsen á 1. borði og til Vagn Heldarskarð á 3. borði tryggjaði 3. deildarliðið hjá Klaksvíkar Talvfelag sær ein 2-2 javnleik sunnudagin.

Klaksvíkar Talvfelag man vera eitt tað best mannaða talvfelagið í landinum í løtuni.

Í øllum førum er breiddin góð í felagnum, tá ið tað megnar at hava og manna so nógv lið til liðkappingina, har liðið luttekur í øllum deildum og við tveimum liðum í 1. deild.

Manningin á 3. deildarliðnum hjá felagnum, Klaksvík 4, var sunnudagin henda:

Petur Hans Poulsen við 1. borð,
Einar Gregersen við 2. borð,
Vagn Heldarskarð við 3. borð og
Leivur í Buð við 4. borð.

– – –

Úrslitini í 4. umfari vóru hesi:

4. umfar, 2. november 2008  kl. 14:00

Klaksvík 4 – Havnin 3      2 – 2
Poulsen Petur Hans – Næs Jógvan       1 – 0
Gregersen Einar – Mortensen Herluf    0 – 1
Heldarskarð Vagn – Poulsen Poul        1 – 0
Buð Leivur í – Olsen Sára T.                 0 – 1

Vestmanna 3 – Skopun     3 – 1

Støðan í 3. deild A er nú henda:

1) Vestmanna 3    9,5 stig
2) Havnin 3           9,0 stig
3) Klaksvík 4         5,5 stig
4) Skopun1           4,0 stig