Við sigrum á 2. og 4. borði og javnleiki á 1. borði vann Talvfelagið Streymur 2½-1½ á Klaksvíkar Talvfelag í Skákinum seinasta leygardag, har Finnbjørn Vang var einasti vinnarin hjá heimaliðnum.
"Eg haldi næstan, at teir framvegis eru teir somu, sum tá eg byrjaði at telva", helt Ólavur Simonsen skemtandi fyri um mótstøðuliðð, sum vitjaði klaksvíkina seinasta leygardag.
Men nakað er um tað, at teir eru stabilir á besta liðnum hjá Talvfelagnum Streymi (stytt: TFS), tí liðið hjá teimum seinasta leygardag var tað sama, sum tað hevur verið nú í fleiri ár, og eftir úrslitunum higartil í verandi kapping er als eingin orsøk til at broyta tað, tí teir liggja á odda í kappingini, nú 3 umfør eru telvaði.
Finnbjørn Zachariasen
legði gestirnar framum.
Eins og í vikuskiftinum frammanundan, so var talvið á 2. borði tað stytsta í hesum dystinum leygardagin.
Rani Nolsøe lat heldur illa at, tá vit hugdu inn á gólvið tíðliga í dystinum, og talvforsetin hevði sínar orsøkir til at suffa, tí rímiliga skjótt eftir gavst hann. Sum skilst var tað ein óneyvur leikur hjá klaksvíkinginum, sum tíðliga í talvinum gav gestinum eina yvirvág, sum gjørdist ov stór hjá Rana at vinna innaftur.
Harvið legði TFS seg framum 1-0.
Men Finnbjørn
Vang javnaði út.
Sum eitt sindur nærri greitt frá aðrastaðni í blaðnum í dag, so vann Finnbjørn Vang einasta talvið fyri 1. deild hjá KTF hendan dagin.
Finnbjørn hevði svarta fólkið og kom í sera svára tíðarneyð men megnaði kortini at seta mótstøðumannin, Sámal Christiansen, í skák og mát.
So var støðan aftur jøvn, 1-1, í Skákinum leygardagin.
Ólavur remis
við svørtum.
Við fremsta talvborðið klaksvíkarmegin sat sum vant Ólavur Simonsen, ið hendan dagin hevði svarta fólkið ímóti Martini Brekká hjá hvalvíkingum.
Eftir 60 leikir samdust teir um at býta stigið sínamillum, ið Ólavur sum útgangsstøði helst er betur nøgdur við, tí hann hevði svarta fólkið.
Simonsen hevði annars vunnið sær ein lítlan fyrimun, tá hann gjørdi ein feil, sum kostaði honum eina finnu, samstundis sum Martin kom at standa eitt sindur betur í talvinum.
Móti endanum mundi støðan í talvinum tó vera nakað jøvn, tí tá bjóðaði Martin remis. Ólavur tók kortini ikki av beinanvegin, men at enda samdust teir tó um javnleikin.
Harvið var framvegis javnt í talvdystinum, 1½-1½.
Gunnar vann á
Tummas Martin.
Drúgvasta talvið leygardagin var á 4. borði, har Tummas Martin Anthoniussen við hvíta fólkinum sat yvir av Gunnari Joensen.
Tummas Martin legði út við eini byrjan, sum teir talvkønu í Skákinum greiddu frá, var frá tí romantisku talvtíðini, tá álopstelving var í hæddini.
Offensiva telvingin hjá klaksvíkinginum hepnaðist tó ikki eftir ætlan, tí Gunnar kendi júst hesa byrjan til lítar og fekk tí svara aftur við skilagóðum leikum, sum at enda góvu honum sigurin.
Talvfelagið Streymur fór tí við stiginum í hesum seinasta talvinum og vann sostatt dystin tepurt 2½-1½




