Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tamur svanur hindrar ferðsluni

Helgi Abrahamsen

Ein rættiliga tamur, ringmerktur svanur hevur í morgun gingið á vegnum á vestara armi við Skálafjørðin, og sum fólk siga frá, so hevur hann ikki serliga stóra virðing fyri ferðslulógini – og serliga ikki víkiskyldunum.

Ein bussur hjá Bygdaleiðum sum um 7 tíðina í morgun koyrdi inn eftir bygdavegnum innan Glyvur mátti steðga, tí svanurin gekk beint ímóti bussinum og vildi ikki flyta seg. Seinni skal svanurin hava pikkað í dekkini á einum øðrum bussi á Skála. Onkur hevur eisini sæð svanin flúgva omanfyri húsatekjurnar í bygdini og fyri løtu síðani var hann sæddur úti á Fløtum á Skála.

Helst er talan um sama svan, sum í eina tíð hevur hildið til á Skipanesi.

Harleywoodpaint