icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tankar um at finna komandi KÍ-høvuðsvenjaran

Jákup Ósá

KÍ situr við nøkrum góðum kortum nú nýggjur høvuðsvenjari skal setast, men kappingarárið 2023 stendur og fellur helst eisini við avgerðini um, hvør verður nýggjur venjari, tí tað er ikki nøkur sjálvfylgja at raka ein venjara, ið riggar til felagið og liðið.

Týsdagin gjørdist greitt, at Mikkjal K. Thomassen gevst sum venjari í KÍ, nú hann tekur yvir í Fredrikstad í næstbestu norsku deildini. KÍ skal sostatt á fyrsta sinni síðani 2014 til at seta høvuðsvenjara og stórur partur av dagsins KÍ-leiðslu hevur ikki roynt hetta áður, tí hon sat ikki í 2014. Sum skilst er mest sannlíkt, at KÍ fer útum landoddarnar at finna komandi venjaran.

 

Fortreytirnar

Fortreytirnar hjá komandi venjaranum eru, at hann tekur yvir ein hóp, sum hevur staðið seg sera væl í landskappingini tvey ár á rað. Í altjóða fótbólti hava úrslitini verið ójøvn og av fýra møguleikum er KÍ komið víðari einaferð samanlagt hesi bæði síðstu árini. Í kappingini um løgmanssteypið hevur KÍ ikki vunnið síðani 2016, men tað er helst kappingin, ið verður raðfest lægst av hesum trimumn kappingunum.

Nærum allir leikararnir, sum hava spælt regluliga frá byrjan í 2022, hava sáttmála fyri 2023. Bara tríggir útileikarar gevast sum støðan er nú og tí fær ein nýggjur venjari kanska sett fingramerki á eini tríggjar nýggjar leikarar, um hópurin skal hava somu styrki og breidd. Hópurin hjá KÍ er sum heild eldri enn hinir hóparnir í deildini við fáum ungum leikarum og er tí settur saman til at avrika her og nú. Tí er tað ikki uppgávan hjá nýggja venjaranum at byggja upp í 2023. Harafturat er hópurin munandi dýrari enn hjá kappingarneytunum útfrá almennu roknskapunum, og tað økir krøvini um at fáa úrslit bæði í landskappingini og í altjóða fótbólti. Tí vit sóu í 2021, at uttan úrslit í heimligu kappingini (einki FM í 2020) og altjóða fótbólti (útslignir fyrsta umfar) koyrdi KÍ við stórum halli (5,4 mió).

 

Stór avgerð

KÍ-leiðslan hevur eina stóra avgerð at taka, tá nýggjur venjari verður settur. Tí vit hava sæð óteljandi dømi bæði í Føroyum og uttanlands, at verður eitt gott forarbeiði gjørt, so kann eitt venjaraskiftið ganga væl uttan at hava stórvegis negativa ávirkan á úrslitini, men verður skeivur persónur settur, so kann tað hava stórar avleiðingar. Avgerðin og tilgongdin í sambandi við at seta nýggjan venjara skal tí ikki undirmetast.

 

KÍ hevur atdráttarmegi

KÍ eigur at verða í eini støðu, sum ger tað lokkandi hjá venjarum á høgum stigi at verða áhugaðir í starvinum. Tí umframt at hava meira fíggjarliga styrki enn hini liðini til hópin, so er samsýningin helst á einum stigi, sum svarar til størv á høgum stigi í Skandinavia. Og ikki minst, so skal KÍ spæla minst fýra dystir í altjóða kapping, harav minst tveir í Champions League. Eitt bólkaspæl tykist ikki órealistiskt, hóast lutakastið hevur stóran týdning. Slík altjóða avbjóðing tiltrekkir ofta venjarar. Hyggja vit eftir, hvørjar útlendskar venjarar føroysk lið hava tiltrekt seinnu árini, so hevur HB í tveimum førum kanska rakt best, tá teir fyrst í 2018 settu íslendska Heimir Guðjónsson, sum er venjarin við flest meistaraheitum í íslendsku kappingini í nýggjari tíð, og so í 2020, tá HB fekk Jens B. Askou, sum stutt frammanundan hevði verði venjari í Superliguni og sum nú stendur seg væl í Superliguni sum venjari hjá AC Horsens. Báðir vunnu FM í stórum stíli.

 

Umfatandi arbeiði

Tað er tí helst eitt umfatandi arbeiði, sum liggur fyri framman hjá KÍ-leiðsluni, um felagið skal koma væl frá hesum venjaraskiftinum. Væl at merkja um ikki onkur upplagdur kandidatur stingur seg upp beinanvegin. Við leikarum kann man raka skeivt uttan stórar avleiðingar, um man hevur umstøður til tað, men við venjaranum kann ein ikki raka skeivt uttan stórar avleiðingar. Nú snýr tað seg um hjá KÍ-leiðsluni at gera neyðuga forarbeiði, at hava eitt breitt netverk og harvið finna eitt gott úrval av venjarum fyri síðani at taka neyðuga tíðina sum krevst fyri at finna bestu loysnina. Enn er góð tíð til at finna venjara, tí vanliga byrjar regluliga uttanduravenjingin ikki fyrr enn hálvan januar ella har áleið. Men verður talan um ein venjara uttan royndir í føroysku kappingini, so er helst ynskiligt, at hann fær tíð til at seta seg inní føroyskan fótbólt og sín hóp fyri m.a. at finna útav, hvørja tilgongd hann sær sum neyðuga og tilgongdin við at finna leikarar er aftur nakað, sum kann taka nakað av tíð. KÍ skrivaði týsdagin, at ‘’Málið er at seta ein vælskikkaðan leiðara við fakligum fótbóltsroyndum á høgum stigi. Hetta skal gerast við nærlagni og tekur tað tíð, sum krevst.’’, og tað kunnu tey flestu nokk taka undir við.