Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TANN DOYLIGA HAVN

John William Joensen

HM – hevur yrkt ein sang um alt sum endaði í Havn – Norðoyatunnil, Kurt, Allan og Rógvi, Dulamatador, Edmund – “…nú ringir tú um bagatell, so svara tey í Havn…” – og mangt annað

TANN DOYLIGA HAVN

Lag: En sømand har sin enegang

Fyrr var so gott at búgva her, vit býttu smátt og stórt
ímillum Kjøl og Klakkin, fekk tú alt títt arbeið gjørt
á stovnunum sum vóru her, vit kendu hvønn ein stavn,
nú ringir tú um bagatell, so svara tey í Havn.

Og undir Lorvíksfirði, vit nú hava gjørt tunell
at bíða eftir Dúgvuni, nú kundi vera well
vit gjalda gjarna túrarnar, tað er til landsins gavn
sjálvt løn til kontrollørarnar, sum endaði í Havn.

Í fótbólti vit vóru best, vit høvdu besta lið
men líka sum alt annað, kundi tað ei fáa frið,
vit róptu Kurt og Allan, Rógvi, nevndu teirra navn
men líka sum alt annað gott, teir endaðu í Havn.

Í Klaksvík er eitt sjúkrahús, sum hevur riggað væl
so líðandi teir ætla tað til Havnar flytast skal
teir taka til sín, -halda fólk her norði eru dumm
vit vita hospitalið hevur nokk at klandrast um.

Í Kollafirði var so gott, á fjørðinum var stilt
nú Russara, containara alt leikar í sum vilt.
bert vøkunætur fingu teir, frá fjørðinum ein gavn
tí keipengar og vørugjald, tað endaði í Havn.

So fínt í Havn skal blíva nú, so neyvan finnist orð
í býnum har tú finna kann, ein dulamatador
hann headhuntar ein fíggjarmann, tað bæði skjótt og væl
hann ætlar nokk at Stóratjørn, Manhattan líkjast skal.

Vit elska enn øll Havnina, um hana sláa ring
og fara tí so fjølment, velja Edmund inna á ting
og pakka uppí bilin baði konu, hund og børn
vit fáa eina leiligheit helst tætt við Stórutjørn.

hm

Harleyfacadeacryl