Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tann horvna skúlamenningin

John William Joensen

Havi í teimum seinastu Norðlýsinum víst á, hvussu stóran týdning tað hevur fyri Klaksvíkar Skúlaverk, at framdar verða bygnaðarbroytingar.

Eg hevði sjálvur væntað, at hetta evnið fór at fáa hópin av skúlafólki, kommunalpolitikarum, skúlastýrislimum v.m. at luttaka í hesum kjaki, men so er ikki.
Rani Nolsøe kommunupolitikkari og skúlastýrislimur hevur tó í tveimum greinum víst á, hvussu neyðugt tað er at útbyggja skúlan við Ósánna í stundini. sjálvur hevði eg ikki væntað annað frá honum, tí málið í hansara verð bert snýr seg um atkvøður til heystar.
Rani boðar frá í seinastu grein sínari, at nú er ljóskastarin kastaður á útbyggingina av Ósáskúlanum. Kundi hugsað mær at sæð ætlanina, hvussu "bygginevndin" hevur telvað byggingina?
Eyguni skulu hava sítt og sigast má, at júst hetta er tað, ið er við at henda. Allur skúlapolitikkur í Norðoyggjum hoyknar undir jagstranini eftir atkvøðum. Hetta fer at fáa serstakliga keðiligar fylgir í komandi árum, nú, ið vit hava gyltan møguleika at skipa skúlapolitikkin í Norðoyggjum.
Sum býráðspolitikari átti Rani Nolsøe heldur at roynt at fingið ein arbeiðsbólk at virka, ið veruliga kundi stungið út í kortið, hvat vit veruliga ætla?
Eg nevndi í áðni, at nú skal byggjast fyri ein og hvønn prís. Tá ið byggingin er liðug, tá man ætlanin vera, at fólk, ið starvast á staðnum skulu fara at hugsa, hvussu vit fáa sum mest burturúr. Hetta minnir meg mest um, tá ið lond fara í kríggj og seta hópin av barakkum upp í skundi, tað er kanska eisini ætlanin her?
Rani Nolsøe tosar eisini um tað góða umhvørvi, ið er á skúlaøkinum og hvussu væl vit lærarar duga at gera hetta umhvørvið fyri at læra. Umhvørvið her á trøðunum er serstakliga gott, men tað kann gerast munandi betur. Hetta krevur tó skipaði viðurskifti og lat fólkið á staðnum skipa hesi viðurskifti og ikki ein hóp av superpedagogum, arkitektum og verkfrøðingum v.m.
Eg kundi hugsað mær at fingið at vita, hvar er býráðsformaðurin, hvar er formaðurin í mentunarnevndini hjá kommununi í hesum máli?
Jórun Høgnesen hevði eina grein, men hon má metast at vera ein slutur fyri ein slatur, so meðan barakkirnar verða bygdar her á trøðunum, so kunnu vit seta heilan á blot fyri at finna útav, hvat barakkirnar skulu brúkast til.
Skrivað týsdagin 20. apríl, tá ið fyrsta skitið varð skotið borðoyarmegin, tað er menning.

Petur Hans Joensen
lærari
Skúlin á Ziskatrøð