Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tann Politiski Reinleikin

John William Joensen

Formaðurin í Tjóðveldi og formaðurin í Nýtt Sjálvstýrið hava í valstríðnum borið fram at annar floksformaður er ikki reinur nokk at verða løgmaður í Føroyum. Men tann politiski reinleikin er eftir øllum at døma umsetiligur og kann eisini stigbendast. Ei heldur tykist verða so neyðugt sjálvur at liva upp til politiska reinleikan.

Formaðurin í Tjóðveldi og formaðurin í Nýtt Sjálvstýrið hava í valstríðnum borið fram at annar floksformaður er ikki reinur nokk at verða løgmaður í Føroyum. Men tann politiski reinleikin er eftir øllum at døma umsetiligur og kann eisini stigbendast. Ei heldur tykist verðaneyðugt sjálvur at liva upp til politiska reinleikan.

Tað var lagt upp til tann heilt stóra dramaleikin í løgtinginum tá stóru andstøðuflokkarnir eftir fleiri sjónvarpssendingar,løgdu fram misálit á Jørgen Niclasen tí løgmaður noktaði fyri at taka støðu í nógv umrødda tollmálinum, sum fútin slepti fyri meira enn 20 árum síðan.

Í innganginum til misálit á Jørgen Niclasen skrivað Aksel, Høgni og Poul saman við Kára P. Højgaard m.a.

….. í seinastuni eru sera álvarsligar og tyngjandi upplýsingar komnar fram í ljósið, og skjøl løgd fram í almenninginum persónligu ábyrgdina hjá landsstýrismanninum í fíggjar-, og tollmálum sum stjóri í privatari fyritøku ……

Andstøðuflokkarnir og serliga Tjóðveldi vildu ikki góðtaka at formaðurin í Fólkaflokkinum slapp at halda fram sum landsstýrisfólk.

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava ført fram at Kaj Leo átti at lagt frá sær í samband við tunnilsmálið hóast løgmaður sambært Gammeltoft einki ólógligt hevði gjørt.

Krøv um reinsan tagnað

Nú hevur Tjóðveldi sett fyrrverandi stjóran í Atlantic Airways í fremstu røð hóast seinasta tíðarskeiðið hjá Magna Arge í føroyska flogfelagnum var merkt av fleiri keðiligum málum.

Væl dokumentera er søgan um hvussu størsta privata miðlahúsið fekk um milliónina um árið umframt fleiri ókeypis ferðaseðlar, hotellir og uppihald goldið frá Atlantic Airways fyri positiva umtalu tá teimum tørvaðu tað. Avtalan vid Atlantis Rejser kundi koyrt føroyska flogfelagið á heysin og kostaði flogfelagnum nógvar pengar.
Fyri at pynta roknskapin bleiv kurstrygdin sum varð gjørd til keyp av airbussinum seld meðan flogfarið var í gerð og gav hon um 20 mió. í kursvinnings inntøku . Somuleiðis er dokumentera at flogfar sum felagið átti bleiv selt og síðani leasað aftur frá felagnum sum stóri privati útlendski partaeigarin átti.

Harafturat bleiv felags kassin brúktur til at hjálpa stjóranum og nevndarlimum burtur úr einari truplari støðu, tá hesi høvdu forkeypt seg við partabrøvum.Hóast hetta mál er viðgjørt í miðlunum er løgið at landsstýrið sum eigari ikki hevur gjørt meira við hetta, og miðlarnir hava slept málinum. Endin var at almenna partafelagið, sum Føroya Fólk eigur, keypti aftur partabrøv frá táverandi stjóra fyri 10% meira enn táverandi marknaðarvirði. Soleiðis bjargaðu leiðsla og nevnd síni egnu privatøkonomi samstundis sum onnur mistu pengar uppá Atlantic Airways partabrøvini.

Miðla umrøðan sum Atlantic keypti hevur óivað havt týðandi leiklut í at fyrrverandi stjórin gjørdist sannur fongur og atkvøðuslúkur á fólkatingsvalinum.

Krøv um reinleika eru nú sett úr gildið og allar dyr lætnar upp á víðan vegg – formaðurin í Tjóðveldi hevur enntá latið fyrrverandi almenna stjóranum fólkatingssess sín.

Fyrrverandi stjórin í almenna flogfelagnum er í dag ein av mest framstandandi umboðunum fyri Tjóðveldi sum skalleiða flokkin til at gerast stóri vinnarin á Løgtingsvalinum.

Á tíðindafundi hjá Tjóðveldi í samband við Fólkatingsvalið segði fyrrverandi stjórin í Atlantic við KVF at ein orsøk til at hann stillaði upp var at fólkatingsumboðini, sum høvdu sitið høvdu givið føroyingum tað fatan at ”:

…..vit klára okkum ikki sjálvi uttan hjálp frá øðrum…..”

Enntá blaðstjóri fekk høvið at takka fyri vælvild tá hann í KVF ”metti” fyrrverandi stjóran í Atlantic Airways sum eitt av heitastu evnunum til at mannað eitt komandi landsstýrið.

Er niðurstøðan so at reinleiki er eitt hugtak sum kann stýrast politiskt alt eftir hvørjum parti tú ert í??

Spælireglurnar mugu verða eins – og tey sum seta strangastu krøvini, mugu væl sjálvi kunna liva upp til síni egnu krøv um politiskt reinsemi – men tað tykist ikki verða so kortini!

Magni Arge er skilamaður og stendur seg væl í valstríðnum, men teir flokkar sum rópa varskó og hava gjørt seg til talsmann fyri reinleika og fólkaræði mugu væl seta somu krøv til síni egnu.