Við flytbarari útgerð bjóðar Norðoya Tannarøkt sær til at veita tænastur innan tannarøkt úti hjá brúkaranum. M.a. ber til at fáa tenninar reinsaðar og kannaðar eins og aðrar tænastur verða veittar. Dentur verður serliga lagdur á fyribyrgjandi tannarøkt
Tað er Berghild Gullaksen,tannarøktari,sum stendur aftanfyri tiltakið. Í fyrsta umfari er ætlanin at fara út til brúkaran at veita tænastur innan fyribyrgjandi tannarøkt.
Tørvur
Eg meti, at tørvur er á eini slíkari tænastu. Tað eru nógv gomul og illa gongd fólk, sum høvdu ynskt at fingi tenninar kannaðar og reinsaðar har tey búgva, sigur Berghild Gullaksen.
– Tað gerast alt fleiri og fleiri fólk, sum hava sínar egnu tenn. Hesar skulu røkjast, fyri at tær ikki skulu fara. Á gamalsaldri koma ofta nógvir trupulleikar við tonnunum.
– Við góðari røkt og regluligari kanning er møguligt at varðveita tenninar alt lívið.
Heilivágur ávirkar
Fólk, sum taka heilivág eru eisini í einum serligum vandabólki, tá í umræður tenninar.
Heilivágur ávirkar likamið nógv, og tá ræður um at reinføri í munninum er gott.
– Tað ræður um at hava reinar tenn hvønn dag. Hetta kann vera trupult hjá fólki, sum ikki fáa hjálp til tess. Um ein ikki er førur fyri at halda í eini tannbust, so er innlýsandi at tannarøktin verður hareftir, um hjálp ikki verður veitt,sigur Berghild.
– Tí er alneyðugt at hesi fólk fáa neyðugu hjálpina og vegleiðingina, so tenninar ikki fara. Í dag fáast bæði hjálpitól og evnir, sum kunnu bøta nógv um tannarøktina.
– Serliga er tað fyribyrgjandi tannarøkt, sum eg leggi dent á. Er hol at síggja, ella annað, sum skal gerast, far viðkomandi boð um hetta og má fara til tannlækna at fáa hetta gjørt. Men við góðari røkt, ber til at sleppa undan mongum av tannlæknavitjanunum. Tað besta er sjálvandi at varveita sínar egnu tenn alt lívið við so fáðum viðgerum sum gjørligt,sigur Berghild Gullaksen.
Fyrst og fremst verður hugsað um at bjóða tænastuna fram í Norðoyggjum. Øll hava møguleika at gera nýtslu av hesum. Ikki bert gomul,sjúk og illa gongd fólk. Tað eru fólk, sum heilt einfalt heldur ynskja eina tannreinsan í meira heimligum umhvørvi.
– Upplýsing um góða tannarøkt er eisini neyðug. Flest øll vita at tað er neyðugt at røkja tenninar til fulnar, men gera tað ikki regluliga kortini. Neyðugt er at minna fólk á tað javnan, endar Berghild Gullaksen.
Berghild bleiv útlærd, sum tannarøktari í 1986 og hevur síðani starvast sum tannarøktari á skúlatannlæknastovuni hjá Klaksvíkar Kommunu.
Norðoya Tannarøkt er farin til verka, og avtala fæst við at ringja telefon 45 83 30




