Hóast eitt komandi løgting skal taka støðu til hvørjar og hvar í landinum almennu íløgur skulu leggjast og raðfestast so er hetta als ikki partur av sentralt stýrda orðaskiftunum. Hetta er sera óheppið tí størsti parturin av føroyingum búgva uttan fyri Tórshavn og álíkavæl hava centrallistisku kreftirnar megnað at niðurbundið politiska orðaskiftið – soleiðis at einki fokus er á stórmál sum hava stóran týdning fyri ymisku økini í landinum.
Hóast eitt komandi løgting skal taka støðu til hvørjar og hvar í landinum almennu íløgur skulu leggjast og raðfestast so er hetta als ikki partur av sentralt stýrda orðaskiftunum.
Hetta er sera óheppið tí størsti parturin av føroyingum búgva uttan fyri Tórshavn og álíkavæl hava centrallistisku kreftirnar megnað at niðurbundið politiska orðaskiftið – soleiðis at einki fokus er á stórmál sum hava stóran týdning fyri ymisku økini í landinum.
Nýggja góðshavnin sum ætlanin er at byggja fyri 100 tals milliónir sum allir føroyingar fíggjað, er saman við bummgjaldinum í Norðoyatunlinum beinleiðis kappingaravlaðandi fyri handils- og vinnulív í norðoyggjum. Tunnil norður um fjall, sum hevur sera stóran týdning fyri knapt 20% av norðoyingum…. Klaksvíkar Sjúkrahús verður heldur ikki nevn, tí hetta eins og nevndu mál kunnu skaða flokkarnar í Havn??
Almennu íløgurnar eru eym politisk mál, sum higartil eru vald frá og alt politiska kjakið tekur útgangsstøði úr Havnini.
Eftir fundin í gjár í Badmintonhøllini var lítil munur at síggja á flokkunum og spurningurin um hvussu vit menna ymisku økini í landinum bleiv ongantíð tikin í álvara.
Centralistisku kreftirnar vilja leggja hægri gjøld á vinnuna og enntá draga øll veiðuloyvi inn og selja til hægstbjóðandi. Hetta skal útvega landskassanum meira pengar og soleiðis skal fólksins ogn koma øllum føroyingum til góða verður sagt.
At hetta samstundis merkir at kommunurnar úti um landið missa stórar inntøkur hevur ikki áhugað. Vinnulívsfólk, sum skapað arbeiðspláss úti um landið eru sambært ávísum serfrøðingum ikki egnað at umsita hesi virði og tí skal peningur takast frá vinnuni inn í landskassan – til politikarar at deila út. Alt skal til Havnar at ”umfordeilast” og hvør einasti fiskimaður – skal senda part av úrtøkuni til Havnar til tað stóru og rættvísu ”umfordeilingina”.
Tað nýggjast serfrøðin er komin við sigur at peningurin frá vinnuni skal setast í ein grunn sum skal haldast burtur frá politikarunum og brúkast sum ”buffari” at standa ímóti við í ringum tíðum. Hetta er eitt nýtt polittiskt-armlongdar-prinsipp har politikkarar stovnseta eina konto til vinnulívið at rinda pening inn til og sum síðani skal verða til at taka tá ….. landskassin væntar pengar ….. altso ……. Inntøkurnar frá vinnuni skulu brúkast sum veðhald, kreditvirði hjá landskassanum…. tvs. Búskapargrunn til at fíggja virksemið sum 17 fólk í løgtingshúsinum í Havn meta er best fyri fólkið???
Hett eru alt stórmál sum koma at hava avgerandi týdning fyri um økini kring landið koma at standa seg í framtíðini. Men aftur her er hetta ikki partur av politiska orðaskiftinum og tí verður tosað næstan bara um mál sum kann góðtakast í suðurstreymi.




