Bæði í 2017 og fyrr í 2018, so merkir eitt tap hjá KÍ ofta, at annað tap kemur beint aftaná.
Í landskappingini í 2017 tapti KÍ tríggjar dystir, meðan KÍ í landskappingini higartil í 2018 hevur tapt tríggjar dystir. Í 2017 stóð eina tapið fyri seg sjálvt, meðan hini bæði komu dyst eftir dyst. Í ár komu bæði tapini fyrr í ár dyst eftir dyst.
Hóskvøldið fáa vit so at síggja, um KÍ fyri triðju ferð innan eitt ár tapir dyst eftir dyst. Tí hóast tapini hava verið fá seinastu tvey árini, so vísir søgan, at tey nú fyri triðju ferð kunnu koma dyst eftir dyst.
Dysturin í Gundadali hóskvøldið byrjar kl. 18.00.



