Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Taptu 5-2 í løgnum dysti

Jákup Ósá

7 mál í fyrra hálvleiki og einki í seinna hálvleiki var útfallið av seinasta dystinum hjá U21 landsdystinum í 2013.

7 mál í fyrra hálvleiki og einki í seinna hálvleiki var útfallið av seinasta dystinum hjá U21 landsdystinum í 2013.

Longu eftir 25 minuttum var støðan 3-0 og so var alvorliga mótbrekka. Men eitt knapt korter seinni hevði Gunnar Zachariassen skorað 2 mál og so stóð 3-2. Men áðrenn hálvleiki skoraðu írar 2 mál og sostatt var støðan 5-2 til Írland í hálvleikinum. So nógv mál eru nærum aldrin farin ígjøgnum ein hálvleik áður. Hinvegin skoraði liðið tvær ferðir og tað er heldur ikki so vanligt, serliga á útivølli hóast hetta eisini hendi seinast móti Týsklandi.

Í seinna hálvleiki kom einki mál afturat. Sostatt kann føroyska liðið taka tað við sær, at seinni hálvleikur endaði 0-0. Føroyska liðið hevur tveir dystir eftir í hesi EM undankappingini. 5. mars í Rumenia og 9. september á heimavølli móti Montenegro.

Føroyska liðið byrjaði soleiðis:

Teitur M. Gestsson – Bárður Hansen, Pál M. Joensen, Sonni R. Nattestad, Rene S. Joensen – Tróndur Jensen, Brandur H. Olsen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Gilli Sørensen – Gunnar Zachariassen

Í hálvleikinum kom Bogi R. Petersen inn fyri Trónd Joensen. Seinni komu Ari Ellingsgaard og Sørmundur Kalsø á vøllin fyri Árna Frederiksberg og Gunnar Zachariassen.