Í dag var dystur millum 1.deildarliðini hjá KÍ og NSÍ.
Hetta vikuskiftið møtast KÍ og NSÍ í Klaksvík í báðum teimum bestu deildunum. Fyrra slagið vann NSÍ, tá teir gulu vunnu 3-1 móti KÍ, sum undan hesum dystinum var oddalið. Hetta var fyrsta tapið í ár hjá KÍ. Málið hjá KÍ skoraði Darius Lewis, sum spældi 52 minuttir, og tí helst verður á bonkinum hjá besta liðnum sunnudagin. Annars kann nevnast, at á KÍ liðnum eru leikarar sum Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen, Ivan Joensen og Bárður J. Heinesen, sum allir áður hava havt sáttmála á besta liðnum. Tað er Tórur Justesen eisini, men í dag var hann ikki tøkur.
Næsta leygardag spælir KÍ á útivølli móti oddaliðnum Víkingi.



