Ódámligt at Hans Tausen nú roynir at draga flokkspolitikk upp í, sigur Leivur Hansen, sum heldur pástandin um at Fólkaflokkurin stuðlar sær, verða heilt burtur við
– Eg má siga, at Leivur Hansen hevur verið stórsta vónbrotið eg nakrantíð havi verið úti fyri innan SEV, skrivar formaðurin í umboðsnevndini, Hans Tausen Olsen, m.a. í opnum brævi.
Gjørdi sær sína egnu meining
Leivur Hansen, stýrislimur, sigur við Norðlýsið at hetta er púra burtur við, men at hetta sýnir á hvørjum støði formaðurin í umboðsnevndini arbeiðir.
– Tá eg tók við sum stýrisformaður gjørdi eg greitt at um grundarlag var fyri at koyra stjóran frá, so fór eg at gera tað, men eg legði dent á at eg loyvdi mær at kanna viðurskifitni og gera mína egnu meining hesum viðvíkjandi.
– Eg havi loyvt mær at hava mína egnu meining um hesi viðurskiftini men hetta er nakað sum hann eftir øllum at døma ikki kann viðia
– Hetta árið eg nú havi sitið sum stýrisformaður havi eg ásanna at grundarlag als ikki er fyri at siga stjóran upp, og tað gjørdi eg formanninum fyri umboðsráðnum greitt, men tað toldi hann ikki.
Politikkur og SEV
Leivur Hansen sigur at um SEV skal eiga eina framtíð, so er neyðugt at partapolitikkur verður hildin uttanfyri felagsskapin eins og tað hevur verið traditión fyri.
– Eg má siga sum er at Hans Tausen Olsen líka frá fyrsta degi hevur roynt at fingið split í og nú at draga politikk upp í málið er ein disperat roynd at fáa enn meira split í.
– Eg eri meira og meira sannførdur um at meirilutin í stýrinum letur seg brúka í persónligu herferðini hjá Hans Tausen Olsen.
– Tá eg gjørdist greiður yvir at hetta var tað sum búði aftanfyri alt arbeiði hjá formanninum fyri umboðsnevndina segði eg her til og ikki longur.
– Síðani fekk eg knívin fyri barkan, har meirilutin í stýrinum hótti við at koyra meg frá um eg ikki kom við í herferðina móti stjóranum.
– So vítt sum eg veit so hava bæði næstformenn og formenn í nevndunum hjá SEV av tilvild verið tjóðveldismenn og um vit skulu trúgva Hans Tausen í pástandinum, at fólkaflokkurin nú ætlar at taka valdið í SEV við at stuðla mær, so skilið eg púrt einki.




