Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB beina kós upp í Effodeildina

Jákup Ósá

TB vann í Klaksvík í dag og hevur beina kós upp í Effodeildina.

KÍ kom á odda beinanvegin í dystinum, tá Álvur Christiansen við framúr innleggi fann Jákup Paula Ziskason, sum væl stýrdi bóltinum inn. Men leiðslan helt ikki leingi, tí KÍ misti í uppspælinum og so bleiv Rógvi Joensen spældur leysur og við framúr langskoti úr truplum vinkli skoraði hann til 1-1. Og nakað seinni bleiv 2-1 til TB, tá Jonhard Ferjá, sum kom inn fyri skadda Martin Tausen, við framúr langskoti skoraði. 2-1 var hálvleiksstøðan. TB var betri í fyrra hálvleiki, tí teir spældu klókari, skjótari og við størri vilja og trúgv uppá tingini enn heimaliðið.

Í seinna hálvleiki kom KÍ betri við og áðrenn 2-2 málið var KÍ greitt betra liðið eina løtu. 2-2 málið kom, tá Gunnar Christiansen legði væl inn til Linda Gardar, sum javnaði. KÍ hevði eisini skot á bæði stongina og yvirleggjaran hesa løtuna. Eftir tað fór TB longur fram á vøllin, tí teir vóru neyvan nøgdir við javnleik. TB fekk hornaspark og so fóru fáu men mælsku TB áskoðararnir at syngja Óla Johannesen sangin. Og júst Óli Johannesen var hægstur og skallaði væl inn til Ragnar Tausen, sum hevði lætt við at stýra bóltinum inn.

TB á veg upp

TB hevur eftir 7 umfør fult stigatal í 1.deild og hevur beina kós upp í Effodeildina, tí tað er longu langt niður til nærmastu liðini, sum kunnu flyta upp. Og skulu vit samanbera við FC Suðuroy og 07Vestur, so hevur TB eitt betri lið í løtuni. Liðið hongur væl saman við roynda Ivan Stojkovic í málinum og Óla Johannesen í miðverjuni. Á miðvøllinum stýrir og spælir Rógvi Joensen væl og í álopinum var Ragnar Tausen allan dystin sera vandamikil og tykist væl fyri. Sum skilst fer hann av landinum í summar og tað verður ein stórur missur fyri TB álopspartin. Og so mugu vit eisini taka 18 ára gamla Teit J. Olsen í TB miðverjuni, sum var eyðsýndur. Ivan, Teitur, Rógvi og Ragnar tykjast hava Effodeildarstøðið, men á TB liðnum eru eisini leikarar, sum enn hava langan veg, um hugsað verður um at kunna røkka støðinum, sum krevst til Effodeildina.

1.deildarliðið hjá KÍ, sum í dag hevði góða manning á pappírinum, hevur í ár spælt við trimum leikarum í verjuni sum tað einasta liðið hjá KÍ, sum spælir á heilum vølli. Leikararnir eru als ikki vanir við hesa leikskipan og summir av teimum spæla eisini við Effoliðnum ella U18, har liðini spæla við 4 leikarum í aftastu ketuni. Úrslitini higartil í ár vísa, at hetta enn ikki hevur virkað væl, tí KÍ hevur eftir 7 umfør fingið 4 stig. 

KÍ byrjaði soleiðis (3-5-2): Fríði Sigurðsson – Rudolf Eliasen, John Daniel Gudjohnsson, Ísak Simonsen – Gunnar Christiansen, Andrias Frederiksberg(L), Kristian á Lakjuni, Álvur Christiansen, Eivind Sørensen – Jákup Pauli Ziskason, Bárður Hansen