Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB er langt frá sínum málsetningi

Jákup Ósá

Hagtøl, karakterur og besti leikari í TB fyrsta triðingin av Effodeildini.

TB liggur á 8. plássið við 8 stigum fyri fyrsta triðingin í Effodeildini. Niðanfyri verður mett um TB liðið fyrsta triðingin.

Toppskjútti:

1. Rógvi Joensen og Albert Adu 2 mál

Flest upplegg:

1. Ragnar Joensen og Hervé Din Din 2 upplegg

Deyðbóltar fyri: 2

Deyðbóltar ímóti: 6

Størst prosent part av málunum mált í málum og uppleggum:

50 %: Albert Adu (antin skorað ella lagt upp til 50 % av málunum hjá TB)

Besti leikari: Albert Adu

Móti NSÍ vísti Albert Adu, at á rætta degnum er hann millum vandamiklastu álopsleikararnar í Effodeildini. Tá avgjørdi hann einsamallur dystin og gav TB trý sera týðandi stig. Hann er eisini TB leikarin, sum hevur verið við í flest málum.

Karakter til TB: 4

TB hevur 8 stig fyri 9 umfør og tað er als ikki nøktandi fyri eitt lið, sum hevði til málsetning at enda sum nummar 4. Geva hinir báðir triðingarnir ikki fleiri stig, so verður TB partur av niðurflytingarstríðnum. Tað sum telur nakað upp er, at burtursæð frá dystunum móti ÍF á heimavølli og Skála á útivølli, so hevur TB verið væl við í hinum dystunum.

Karakterirnir vera givnir soleiðis:

10: Heimsklassa avrik

9: Framúrskarandi avrik

8: Gott avrik

7: Yvir miðal avrik

6: Miðal avrik

5: Undir miðal avrik

4: Toluligt avrik

3: Vánaligt avrik

2: Sera vánaligt avrik

1: Pínligt avrik