Heili 6-1 vann Kí á TB í Klaksvík ídag. Úrslitið vísir munin á liðunum og sigurin var ikki eitt mál ov lítil.
Tað var eitt vælupplagt KÍ lið vit sóu á Djúpumýru ídag. Lítið meira enn eitt minutt var farið av leiktíðini, tá Heðin á Lakjuni legði KÍ á odda. Tað var KÍ, sum stýrdi øllum dystinum ídag og hóast TB hevði einar tveir málmøguleikar, so hevði KÍ einar tríggjar málmøguleikar afturat, sum kundu givið mál.
Heðin á Lakjuni gjørdi trý mál, Atli Danielsen eitt, Kristoffer Jakobsen eitt og Ove Nysted eitt.




