Tað er heldur sjáldsamt, at eitt lið sum hevur 25 stig bara hevur vunnið móti tveimum liðum.
TB hevur havt eitt gott kappingarár. Sum uppflytari hevur tað eydnast liðnum at fingið 25 stig í fyrstu 25 umførunum. TB hevur ongantíð veruliga verið partur av niðurflytingarstríðnum.
Men hóast TB hevur havt eitt gott kappingarár sum uppflytari, so hevur liðið hvat eina løgna samanseting av stigum. Liðið hevur spælt heili 13 javnleikir og teir 4 sigrarnir eru komnir móti tveimum liðum. Teimum báðum aftastu liðnum, sum eru FC Suðuroy og EB/Streymur!
TB hevur dystir eftir móti EB/Streymi og Víkingi.




