Men tað hevur eisini gingið útyvir álopspartin.
Men tað hevur eisini gingið útyvir álopspartin.
Fimm umfør eru farin og TB hevur fýra stig og málúrtøkuna 2-3. Hetta gevur eitt 6. pláss í Effodeildini. Men fyri eitt lið sum TB, sum ikki hevur ligið í ovaru hálvu tey seinastu mongu árini, so er tað sjáldsamt, at bara trý mál eru farin ígjøgnum og leita vit aftur í tíðina, so finst eingin byrjan hjá TB, so langt sum FaroeSoccer hevur skráseting við umførum aftur til mitt í 1970 unum, har TB hevur latið so fá mál inn fyrstu trý umførini. TB er liðið í Effodeildini, ið hevur latið fæst mál inn fyrstu fimm umførini. Og merkisvert er, at av teimum trimum málunum, so eru øll komin eftir stór persónlig mistøk frá TB leikarum. Tí hevur einki lið enn skorað móti TB uttan at talan hevur verið um gávur frá onkrum TB leikara.
Men hinvegin, so hevur tað kanska gingið útyvir álopsspælið hjá tvørámonnum, at tað hevur gingið so væl at hildið hinum liðunum frá at skora. Tí bara tvær ferðir hevur TB skorað, og hóast tað er komið fyri fyrr hjá fleiri liðum, so er TB saman við Skála tey liðini, ið hava skorað fæst mál higartil. Og ongantíð eru fleiri enn tvey mál komin í nøkrum dysti, har TB hevur verið annað liðið, so í málum hevur undirhaldið ikki verið tað størsta, tá TB hevur spælt.




