Óli Johannesen er byrjaður at venja aftur og verður partur av TB hópinum, ið sambært Hans Fróða Hansen tykist heldur smalur í løtuni. Men teir arbeiða hart í hesum døgum, sigur hann.
Óli Johannesen er byrjaður at venja aftur og verður parturav TB hópinum, ið sambært Hans Fróða Hansen tykist heldur smalur í løtuni. Menteir arbeiða hart í hesum døgum, sigur hann.
Hans Fróði vísir á, at tað mest sum er ein nýggjur hópur, iðhann hevur at arbeiða við í ár. Felagið hevur frá í fjør mist Dmitrije Jankovic,Nenad Stankovic, Gilla Sørensen, Gunleif Olsen og Milan Kuljic, ið skoraði 2mál seinastu 5 dystirnar sum leikandi venjari. Fyrr á árinum fóru eisini BojanTimic og Igor Grkajac av landinum, meðantað er ivasamt, hvussu verður við Hanusi Mortensen. Inn eru komnir Ndende, JosephBassene, Babacar Ndiour og Tóki Brattalíð. Ndende og Babacar hava víst seragóðar taktir inntil víðari, sigur Hans Fróði. Hann væntar ikki, at felagið ferat fáa fleiri leikarar í hópin áðrenn flytingargluggin letur aftur 17.mars.
Smalan hóp
Hans Fróði Hansen sigur, at stóra útskiftingin er einavbjóðing fyri TB hópin. Tí hetta hevur viðført, at ungir leikarar eru komnir íEffohópin, ið einans hava leikt 2.deildar fótbólt áður. Men Hans Fróði letur tóvæl at og vísir á, at felagið arbeiðir hart fyri at røkka ymiskum málum.
– – Felagið hevur sum mál at fáa sunnan rakstur í,tí felagið hevur ikki havt tað lætt. Tað má vera samsvar millum inntøkur ogútreiðslur og her suðuri hava vit ongan Poul Hansen, sigur TB venjarin viðeinum smíli.
Hann sigur, at TB væntandi fer norðurum at spæla einvenjingardyst áðrenn kappingarbyrjan, meðan hann vónar at fáa tríggjar ísuðuroynni, har tann eini verður móti U21 landsliðinum.




