Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB leigar hendan málverjan

Jákup Ósá

TB má aftur leiga málverja til dystin sunnudagin í Fuglafirði móti ÍF.

TB spælir sunnudagin í Fuglafirði.

Tað verður aftur 36 ára gamli klaksvíkingurin Meinhardt Joensen, sum stendur í málinum hjá TB sunnudagin, tá TB spælir í Fuglafirði móti ÍF. TB og KÍ eru samd um leiguavtalu fyri hendan eina dystin og tí er tað bara FSF, sum skal góðtaka avtaluna. Tað verður neyvan nakar trupulleiki, tí støðan er lík henni frá síðsta vikuskiftið. Meinhardt royndist tá væl í TB, sum vann 3-1 móti NSÍ.