Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB liðskiparin umhugsar framtíðina

Jákup Ósá

TB liðskiparin verður møguliga aftur at síggja í Effodeildini í 2014.

Rógvi Joensen hevur tilboð liggjandi frá tveimum feløgum í Effodeildini.

Rógvi Joensen var í ár liðskipari hjá TB og hevur seinastu 2 árini spælt 47 dystir í Effodeildini. Eisini hevur 20 ára gamli miðvalla leikarin havt fast pláss í U21 landsliðshópinum. Eftir niðurflytingina hjá TB hevur hann verið settur í samband við serliga B36, ið leitar eftir styrki til miðvøllin, har hvørki Súni Olsen ella Evrard Blé halda fram.

Onga støðu tikið

Rógvi Joensen sigur í stuttari viðmerking við nordlysid.fo, at hann umhugsar framtíðina í løtuni.

– Eg gjøgnumhugsi støðuna og havi enn onga avgerð tikið. Men tað má eg gera skjótt. Tvey lið í Effodeildini hava víst áhuga, so nú skal eg til at taka eina støðu, sigur Rógvi Joensen.

Spurningurin er so, hvat hitt liðið er, sum saman við B36 stríðist um at fáa TB liðskiparan norður um fjørð. Tað kundi verið EB/Streymur, ið leitar eftir styrki til miðvøllin, har Levi Hanssen er farin og har Pætur Dam Jacobsen møguliga eisini fer avstað.