Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB nærum tryggjað sær uppflyting

Jákup Ósá

Aldursforsetin fer í 2015 aftur at seta dám á Effodeildina eftir sera sannførandi úrslit í 1.deild í ár. 

Síðani 27 umfør blivu innførd í 1.deild hevur einki lið nakrantíð verið í nærheitini av, at fingið fult stigatal. Men eftir 14 umførum hevur TB gjørt slætt borð við 14 sigrum. Sera sannførandi má sigast. Hetta hóast liðið hevur mist leikarar sum Babacar Ndiour, Nicholas Diverdisc, Ndende Adama Guéye og Poul Ingason í mun til í fjør. Hini liðini sum kunnu flyta upp eru FC Suðuroy og 07Vestur. FC Suðuroy er á 3. plássi – 19 stig aftanfyri TB. 07Vestur er á 6. plássi – 23 stig aftanfyri TB.

Fyri føroyskan fótbólt er heldur einki at ivast í, at brúk er fyri, at eitt lið úr suðuroynni er við í bestu deildini. TB gjørdi deildina litríkari seinnu árini og tí er at fegnast um, at TB aftur verður í Effodeildini í 2015, um ikki okkurt heilt óvanligt skuldi hent, sum vit ongantíð hava sæð áður í 1.deild.

Venjari hjá TB er fyrrverandi KÍ venjarin Páll H. Guðlaugsson.