Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB stendur seg illa – AB stendur seg væl

Jákup Ósá

Tá vit hyggja eftir seinastu 11 umførunum undanfarnu ár.

Tá vit hyggja eftir seinastu 11 umførunum undanfarnu ár.

Tey bæði liðini sum í løtuni kappast kanska mest um at umganga niðurflyting eru AB og TB. TB er nummar 8 við 14 stigum, meðan AB er nummar 9 við 9 stigum. Bæði hesi liðini hava øll hesi seinastu fimm árini ligið millum fýra tey aftastu liðini, tá tey hava spælt í bestu deildini. Tað sum hevur eyðkent TB er, at stigini eru fá seinasta partin av kappingini, meðan tað hevur eyðkent AB, at stigini eru mong til eitt botnlið at vera. Sostatt siga hagtølini, at hendir einki óvanligt, so er minst líka upplagt, at AB klárar at innheinta TB, hóast 5 stig eru á muni nú 11 dystir eru eftir at spæla.

Síðstu 11 dystirnir hjá TB:

2015: 9 stig

2013: 7 stig

2012: 6 stig

Síðstu 11 dystirnir hjá AB:

2015: 15 stig

2014: 11 stig

2013: 16 stig