TB sendi leygardagin fýra leikarar – harav fleiri profilar – frá uppstillingina í Effoliðnum seinasta dyst niður í 2.deild at royna at bjarga liðnum at vera í deildini.
TB sendi leygardagin fýra leikarar – harav fleiri profilar – frá uppstillingina í Effoliðnum seinasta dyst niður í 2.deild at royna at bjarga liðnum at vera í deildini.
At seinastu umførini í føroyskum fótbólti kunnu bjóða uppá ymiskar fortreytir er neyvan nakað nýtt. Tað er hesa tíðina, at feløgini royna at bjarga tí, ið bjargast kann og tað merkir so víðari, at leikarar vera fluttir millum deildir, tí t.d. ein deild hevur nógv meira at spæla fyri enn ein onnur. Í dag sóu vit, at TB er í einari slíkari støðu.
Sunnudagin skal Víkingur, sum stríðist um føroyameistaraheitið saman við KÍ og NSÍ, spæla á heimavølli móti TB. Eitt TB lið sum seinastu tíðina hevur fingið til tíðir góð úrslit – tó í størsta mun móti liðum í niðaru hálvu á stigatalvuni – og m.a. bara tapti 2-1 í Runavík móti NSÍ. Men hesaferð skal Víkingur ikki vænta at fáa stórvegis trupulleikar í mun til, hvat tað kanska kundi fingið. Tí TB var undan dagsins dysti so mikið illa fyri í 2.deild, har TB hevur sítt næstbesta lið, at niðurflyting hótti. Tí styrkti TB um sítt næstbesta lið við fýra leikarum, sum byrjaði inni í seinasta dysti fyri Effoliðið. Teitur Olsen, Salmundur Bech, Poul Ingason og Jákup Pauli Breckmann spældu – sambært FaroeSoccer – allir við 2.deild í dag, sum í Fuglafirði vann 3-1 á ÍF. Hóast hetta, so flutti TB niður í 3.deild.
Hesir leikararnir eru allir U21 leikarar og tað ger, at teir kunnu spæla við fleiri deildum sama vikuskiftið. Tí er møguligt, at teir eisini vera við Effoliðnum til dystin móti Víkingi, men eingin ivi er um, at teir ikki eru optimalt fyri, nú teir hava spælt ein dyst dagin fyri. Sum skilst fekk onkur av teimum eisini skaða, men óvist er, um tað forðar fyri at spæla sunnudagin. Eisini er ógreitt í hvussu stóran mun hesir leikararnir fáa spælt sunnudagin, nú teir hava havt ein heilan dyst í beinunum dagin fyri. Við øðrum orðum hevur TB ikki tikið Effodeildina seriøst, men raðfest 2.deild framum hetta umfarið. Tað skilja uttan iva mong útfrá hesi støðuni, meðan onnur kanska hava hug at seta spurnartekin við, um hetta er røtt mannagongd. Tó skal undirstrikast, at TB einki ólógligt hevur gjørt í hesum føri og als ikki er fyrsta felagið, sum ger slíkt.
Leggjast kann afturat, at B68 gjørdi nærum tað sama, tá B68 við fleiri leikarum, sum vanliga byrja inni hjá Effoliðnum, í 2.deild vann 12-0 á MB og harvið tryggjaði sítt pláss í 2.deild.




