Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB/FC Suðuroy/Royn hevur mist minst 11 leikarar

Jákup Ósá

Frágongdin hevur verið stór í Suðuroynni í vetur, har tað tó helst er nógv fólk at taka av, nú trý feløg hava lagt saman.

Frágongdin hevur verið stór í Suðuroynni í vetur, har tað tó helst er nógv fólk at taka av, nú trý feløg hava lagt saman.

Taka vit bara hóparnir hjá TB og FC Suðuroy frá seinnu hálvu í fjør, so eru 11 leikarar, ið ikki longur eru tøkir hjá samanlagda liðnum. Tá hava vit ikki talt Royn uppí, sum spældi í triðbestu deildini. Í vikuskiftinum kom fyrsta tilgongdin, tá felagið gjørdi sáttmála við Jón Krosslá Poulsen, sum í fjør spældi við Víkingi. Hinvegin telur tað helst nógv rætta vegin, at munandi fleiri leikarar annars eru at velja í, nú trý feløg eru løgd saman í bestu deildini.

TB/FC Suðuroy/Royn

Tilgongd: Jón Krosslá Poulsen

Frágongd: Albert Adu, Ndende A. Gueye, Casper Radza, Jákup Pauli Breckmann(leigaður frá HB í fjør), Heri Mohr(leigaður frá HB í fjør), Mamuka Toronjadze, Valerian Iobashvili, Heri Kjæbo, Heini M. Mortensen, Heine Mortensen, Kofi Appiah