Hesaferð var tað Neistin í stóð fyri skotum í KÍ-høllini og eitt skiftið var Team-Klaksvík frammanfyri við 19 málum.
Roknað varð við frammanundan, at dysturin ídag skuldi fara at vera javnur, men tað sást beinanvegin, at so fór ikki at vera.
Team-Klaksvík legði seg beinanvegin framum og áðrenn Neistin hevði fingið nakað mál, høvdu klaksvíkingarnir skorað 5. Gongdin var tann sama allan fyrra hálvleik og hálvleikurin endaði við 19-9.
Í seinna hálvleiki helt Team-Klaksvík fram har teir høvdu slept í fyrra hálvleiki og eitt skiftið var støðan 30-11, tá vóru bert góður 10 minuttir eftir at leika í, men seinastu minuttirnar eydnaðist tað Neistanum at pyntað um úrslitið, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 32-19 til Team-Klaksvík.
Allan 15 mál, Danjál 5, Kristian 5, Steffan 3, Jón 2,Niclas 1 og Fríðin 1.
Meinhard Joensen fekk reytt kort í dystinum.




