Hetta vikuskiftið byrjar landskappingin í hondbólti.
Team Klaksvík hevur broytt hópin nakað til hetta kappingarárið. M.a. eru fleiri nýggir útlendskir leikarar komnir til. Team Klaksvík hevur spælt tveir venjingardystir. Ein 24-24 javnleik móti VÍF og eitt 28-27 tap móti StÍF.
Sunnudagin byrjar landskappingin hjá Team Klaksvík, sum fær vitjan av Kyndil í Klaksvíkar Badmintonhøll. Dysturin byrjar kl. 17.00.



