Team Klaksvík hevur í síðstu viku gjørt avtalu við danskan leikara.
Talan er um 27 ára gamla Christoffer Madsen. Hann skal vera høvuðsungdómsvenjari hjá Tjaldur, men skal spæla við besta liðnum hjá Team Klaksvík. Hann kemur frá Hillerød og spælir sum vinstri bakkur og spæliskipari.
Frammanundan hevur Team Klaksvík sett danskan høvuðsungdómsvenjara, sum væntandi eisini skal verja málið hjá besta liðnum hjá Team Klaksvík.



