Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík fær vitjan av H71 í kvøld

Jákup Ósá

Team Klaksvík hevur givið fleiri liðum harða mótstøðu á heimavølli seinastu tíðina.

Tveir teir seinastu heimadystirnir hjá Team Klaksvík hava verið spennandi. Fyrst endaði dysturin móti StÍF við javnleiki, meðan tað móti KÍF var javnleikur, tá 6 minuttir vóru eftir. Í kvøld vitjar H71 í Klaksvík. H71 liggur undan dystinum á odda í kappingini við 10 stigum fyri 7 dystir, meðan Team Klaksvík hevur 1 stig fyri 7 dystir.
Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar kl. 20.00 í kvøld.